Rita inn við Facebook omanfyri, fyri at skriva og umsita greinar.







Áheitan at atkvøða til Tórshavnar Ungdómsráð

Meðan valdysturin leikar í til Tórshavnar Ungdómsráð, fari eg við hesum skrivi at heita á øll ung í Tórshavnar Kommunu um at atkvøða til valið. Ungdómsvalið verður dagarnar 24.-28. mars 2014, og fer atkvøðugreiðslan fram á netinum.


15 framskygdir unglingar við hugsjónum og ábyrgdarkenslum hava valt at stilla upp til Tórshavnar Ungdómsráð, og hava tey øll ymisk mál tey ynskja at arbeiða fyri. Felags fyri øll er, at tey ynskja at styrkja røddina hjá teimum ungu í Tórshavnar Kommunu. Í Unga Tjóðveldinum eru vit sera fegin um, at ungdómurin nú veruliga far eina rødd í landsins størstu kommunu og meta vit, at hetta hevur fleiri týdningar. Ein týdningur er, at ungdómurin nú verður hoyrdur umframt, at ungdómurin av tí sama fær betri kor í kommununi frameftir. Ein annar týdningur er, at ung undir 18 ár nú eisini kunnu royna at atkvøða og stilla upp og kann hetta møguliga føra til, at valaldurin til kommunu og løgtingsval lækkar. 

Eisini er sera hugaligt, at valið fer fram á netinum. Ungdómurin brúkar nógv netið og er hetta góður máti at raka okkum ungu á. Hetta kann eisini prógva, at vit eiga at kunna brúka netið til eitt nú fólkaatkvøður og løgtingsval. Beinleiðis fólkaatkvøður kundu verið framdar á netinum, soleiðis at tað er skjótt og lætt hjá fólki at atkvøða. Arbeiðsplássini, har teldur ikki eru, skuldu fingið teldur til høvi og hevði hetta skjótt verið spart innaftur. Ungdómsráð og fleiri fólkaatkvøður kundu avgjørt styrkt um fólkaræði og vóna vit, at aðrar kommunur gera líknandi ungdómsráð. 

Eg vil við hesum heita á øll ung ímillum 14-22 ár um at lesa meiningarnar hjá valevnunum, og atkvøða fyri persóninum, tú heldur vera skilabest. Tey skulu umboða okkum ungu í Tórshavnar Kommunu, og er tað týdningarmikið, at nógv fólk geva valinum ans. 

Gott val og góða eydnu til valevnini!


Vegna Unga Tjóðveldið

Tráin Petursson Nónklett
20-03-2014