Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Avlýsingar og nýggja ferjan!

Ritan avlýsti so at siga ongantíð (um Nólsoyarfjørð) – kanska skuldi onkur túrur ikki verið sigldur. Ternan fekk vána skoðsmál, men hevur verið trúgv leingi – til nú! Hvør er orsøkin at avlýst hevur verið so oftani og hvør bati verður við nýggju ferjuni?

At skipa tænastuna á einastu farleiðini millum tvær oyggjar, leggur stóra ábyrgd á Strandfaraskip Landsins. Serliga tá ið talan er um at flyta arbeiðsfólk til arbeiðis og heim aftur.

Nú skal eg ikki vassa ov nógv í orðinum “tænasta”, men eg skjóti tó upp, at Strandfaraskip Landsins skipar sær ein evnisdag um hetta evnið og hvørjar staklutir starvsfólkini hugsa sum undirevni.

Einasta eg fari at seta orð á er, at tænastan hevur alt at siga, um arbeiðsfólkinum er lív lagað at búgva og at seta búgv í Nólsoy.

Tað verður onkuntíð sagt, at alt var so gott fyrr. Var veðrið eisini betri fyrr? Eg loyvi mær at ivast og hugsi tí heldur, at talan er um í hvussu er tveir faktorar, ið hava við sær avlýsingar: Ferjan og keiøkið.

Nýggja ferjan til Nólsoyar var í “Visión 2015”, men sum Dagur og Vika bar fram, er hetta málið eitt av teimum óloystu. Eg fekk orð á stjóran á SSL herfyri og har var tíanverri ikki nógv nýtt at frætta, so eg havi bert orð landstýrismansins at halda meg til – og tí havi eg enn vón at gongd er í arbeiðinum.

Men hvør verður ferjan? Talan er um ymsar broytingar, tó at arbeiðsbólkurin ikki enn hevur fingið innlit í tekningar. Tað hevði verið hugaligt at frætt um ferjan er á stødd við Ternuna, men møguliga ikki so høg – og við betri maskinorku.

Eg skilji á lagnum, at ein orsøk til avlýsingar er útsynningurin. Orsøkin er søgd at vera, at tá tekur Ternan ov nógvan vind á seg í mun til maskinorkuna Ternan hevur. Tí má hetta verða havt í huga í nýbyggingini og ikki órógvast av møguligum sparingum!

Nú rokni eg ikki við at keiøkið verður broytt, at vit fáa nýggju ferjuna at leggja at heima í bygdini og tí má alt setast inn, at nýggja ferjan verður bygd til tey atløguviðurskifti vit hava – ikki bert snið og stødd, men eisini við atliti at streymi og vindi!

Vit mugu tryggja okkum sum best, at nýggja ferjan røkir farleiðina um Nólsoyarfjørð á nøktandi hátt, soleiðis at tað framhaldandi ber til at búgva í Nólsoy og arbeiða aðra staðni – og soleiðis at ferðafólk ferðast trygt um fjørðin.

E.s. tá ið SSL stúrir fyri veðrinum 14 tímar áðrenn siglast skal, hevði verið ynskiligt at lýsingin ljóðaði: ”Fyri veður kann væntast órógv í siglingini fyrstu túrararnar í morgin. Viðrar kann siglast aðrar tíðir enn teir regluligu. Lýst verður á heimasíðuni og í Kringvarpinum.”

Við ynskjum um gott nýggjár!

Jákup av Skarði