Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Bátadráttur - trivnaður og møguleikar

Verandi bátadráttur í Nólsoy er ikki nýtiligur og hugsa vit eitt sindur frameftir, eiga vit at gera bátadrátt, ið líkist tí í Álakerði – bæði fyri trygd og arbeiði.

Á seinasta borgarafundi var aftur frammi, at alstórur tørvur er á bátadrátti í Nólsoy. Verandi bátadráttur er ikki nýtiligur og tvørligt – og dýrt – er at fáa bil úr Havn ella at snikka drátt til so hvørt.

Besta loysnin er, at vit fáa bátadrátt, ið líkist tí í Álakerði. Talan er um dupultan drátt, ið hóskar til smærri og størri bátar.

Á øðrum borgarafundum í Nólsoy hevur verið lovað, at bátadráttur skal gerast í krókinum ávegis út á Klivar. Hetta hevði samstundis prýtt um økið við Malarenda – og harvið eisini verið hugaligari hjá gestum.

At hóskandi er at staðseta dráttin júst í tí krókinum er eisini av teirri orsøk, at tá er lætt at seta bátin á hóskandi stað úti á Klivum, so lætt er at vaska og rigga til. Talan er um at taka burtur oljutangarnar og harvið verður stórt pláss tøkt, ið hóskiligt er at arbeiða við bátum. Ruskplássið er beint við og lættir hetta eisini um, tá bátar verða riggaðir til.

Tað hevur skund at fáa bátadráttin, tí Nólsoyar Bjargingarfelag fer at útvega sær bjargingarbát, ið stendur á vogni og báturin verður best flotaður á sama hátt sum í Álakerði.

Harafturat kann bátadráttur, ið gevur møguleika at draga smærri og størri útróðrarbátar, hava við sær, at ávísur aktivitetur verður av bátum aðrastaðni frá. Hetta fer at skap lív í og helst sæst eisini okkurt aftur í sølu í handli og aðrastaðni.

Vón mín er, at Tórshavnar Havn – saman við politikkarum, økissamskiparanum og Nólsoyarnevndini – kunnu fáa fund í lag við tey fólk í hava staðið fyri bátadráttinum í Álakerði.

Jákup av Skarði