Brasil er ein spennandi marknaður

Tá fíggjarlógin fyri 2013 varð samtykt, játtaði Løgtingið kr. 500.000 kr. til Heilsu­frøðiligu Starvsstovuna, sum skuldi seta í verk og kanna møguleikarnar hjá føroyskum fyritøkum m.a. at koma á brasilska marknaðin 


Miðað varð eftir heilsufrøðiligari góðkenning, ið gjørdi tað møguligt hjá fyritøkum at útflyta fisk til fólkaríkasta landið í Suðuramerika.

 

Søga

Hóast bróðurparturin av føroyska saltfiskinum verður útfluttur til Italia, Spania og Portugal, ið er grundað á søguligt samstarv, hava suðurevropeisku londini seinastu tíðina havt tað trupult fíggjarliga. Tað hevur verið ført fram, at afturgjaldstíðin er longd úr 30 døgum til 90 dagar, ið setir stórt trýst á likviditetin hjá føroysku útflutningsfyritøkunum.

 

Brasil

Tað er tó komið fram, at føroysku fyritøkurnar hava kannað møguleikan at sleppa á brasilska marknaðin, tí hann verður mettur at vera serstakliga áhugaverdur, tí landið upplivir stóran búskaparvøkstur. Miðalklassin veksur við økta búskapinum, ið ger, at miðalklassin eftirspyr betri og dýrari góðsku. Um so er, at føroysku fyri­tøkurnar sleppa á brasilska marknaðin, hevur tað við sær, at útflutningurin av t.d. føroyskum saltfiski verður ikki so tengdur at suðurevropeisku londunum, har stígur er komin í búskapin, men letur dyrnar upp fyri einum stórum og spennandi marknaði, ið kann koma føroyska samfelagnum og føroyska búskapinum til góðar.

Tað hevur tó verið ført fram, at føroyskar fyritøkur sleppa ikki at útflyta saltfisk til brasilska marknaðin, tí Føroyar hava ikki neyðugu heilsufrøðiligu góðkenningina. Av tí at Føroyar ikki hava nakra avtalu við Brasil um heilsufrøðiliga góðkenning av føroyskum fiskavørum, ber ikki til at útflyta føroyskan saltfisk ella aðrar fiskavørur til Brasil.

Vit mugu finna eina loysn

Løgtingið varð gjørt varugt við marknaðarforðingina í 2012, og sostatt vórðu kr. 500.000 játtaðar til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í 2013, sum skuldi kanna handilsmøguleikarnar m.a. millum Føroyar og Brasil. Tí havi eg sett landsstýrismanninum í vinnumálum, Jóhan Dahl, niðanfyri settu spurningar, sum vónandi geva okkum svar uppá, nær Føroyar fáa heilsufrøðiliga góðkenning frá brasilska myndugleikanum.

 

1.      Í 2012 játtaði Løgtingið kr. 500.000 til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna at kanna møguleikan m.a. at sleppa á brasilska marknaðin. Hvussu langt eru fyrireikingarnar komnar?

2.      Eru útlit fyri avtalu um heilsufrøðiliga góðkenning millum Føroyar og Brasil í 2014?

3.      Um so er, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan ikki hevur gjørt neyðuga fyrireiking­ar­arbeiðið, hvat eru pengarnir, ið Løgtingið merkti til kanningararbeiðið, nýttir til?

 

Hanus Samró, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin