Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Bústaðir og trivnaður!

Spennandi prát er um bústaðar-bygging í Nólsoy og skumpar tað sjálvsagt undir, at vit eisini taka atlit til onnur átøk, ið betra trivnaðin.

Tó at aktivitetshøll (ella ítróttarhøll) ofta hevur verið frammi, sýnist tað sum at alt fer í gloymskuna eftir val.

Nú er kommunuval fyri framman og helst fer onkur at taka tráðin upp aftur, at sjálvsagt skal høll byggjast í Nólsoy. Mest sannlíkt verður talan um at byggja á sama stað sum grundin til svimjihylin nú er.

Eg haldi best er at sleppa ætlanini um svimjihyl og heldur gagnnýta tað, ið bygt er, sum best.

Verður ætlanin um svimjihyl slept, kunnu vit heldur byggja høll upp í skúlan. Í skúlanum er eitt skiftingarrúm og klárt er at byggja eitt afturat. Harvið er møguleiki at spara “vátrúm” í nýggjari høll – og bíligari verður at byggja.

Verður høllin bygd føst í skúlan, betrar tað um ítróttarligu møguleikarnar í skúlatíð og gevur okkum samstundis møguleika at nýta gomlu fimleikahøllina til tað hon hóskar seg til: Felagsløtur og ymsar framførslur.

Ein høll – kallað tað aktivitetshøll ella ítróttarhøll – eigur at rúma møguleikum fyri vanligum innandura-ítrótti og onkunsvegna eigur eisini at gerast pláss fyri teimum fitness-amboðum, ið bygdarfólkið sum er nýtir í skúlanum.

Eg hugsi mær at ein slík høll skal ikki kappast við onnur tiltøk í bygdini, veitslur og annað tílíkt. Tá er betri at stuðla teimum felagsskapum, ið hava høli: Royndin, Avhaldshúsið og missiónshúsið.

Ein høll kann betra lívsgóðskuna. Vøggustova, barnagarður, skúli, frítíðarskúli, barna- og ungdómshús og Tilhaldið, kunnu heilt víst fáa stóra nyttu úr slíkari høll og onnur ung/vaksin somuleiðis.

Harafturat betrar slík høll um møguleikan at Nólsoy bjóðar seg fram at taka ímóti vitjandi og lættir um møguleikan at skipa ymisk tiltøk.

Vónandi kunnu verandi kommunalpolitikkarar seta gongd á bygging, heldur enn at komandi politikkarar bert nýta høllina sum valagn enn einaferð.

Jákup av Skarði