Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Er nøkur námsfrøðilig hugsan til landsroyndarátakið?

Hvørjar námsfrøðiligar tankar hevur Mentamálaráðið til landsroyndirnar – og hvussu verður hetta hugsað at meta um næmingaførleikarnar?

Mær dámar væl “testir” av ymsum slag. Hugsi, at fleiri við mær, hvønn einasta arbeiðsdag, testa ymsu førleikar næminganna: Teir fakligu og sosiala samspælið – bæði í morgunsangi, tíma og fríkorteri.
Hesar gerandistestir geva okkum “úrslit” her og nú. Vit fáa eitt aftursvar til løtuna. Landsroyndirnar hava alt ov seint givið okkum úrslit.

Eg skilji væl ynskið úr MMR, at tey vilja hava fingurin á pulsinum og kenna førleikan hjá næmingunum. Eg skilji eisini væl, at tey hildu “pappírs-landsroyndin” var rætta amboðið at meta førleikan. Tíanverri gav landsroyndin bert eitt úrslit, eitt ónýtiligt úrslit, tí ov long tíð gekk áðrenn lærari, næmingur og foreldur fingu metingina.

Men! Eg skilji ikki talgildu landsroyndirnar! Útspælið frá MMR var, at landsroyndirnar skuldu talgildast, fyri at fáa skjótari úrslit. Tað var ov veikt grundarlag, hugsaði eg.

Í 2014 er teldan amboð. Amboð, ið næmingurin eigur at velja til – ella at velja frá – alt eftir um teldan er natúrliga amboðið til uppgávuna, ið loysast skal.

Landsroyndin eigur ikki at verða test, at vita um næmingurin dugir at nýta teldu, ella at vita um telduskipanin hjá MMR megnar, at 350 ella 700 næmingar eru á netinum í senn. Landsroyndin í ár “skeyt seg í fótin”, tí fyrireikingarnar, útsøgnirnar og ymsu fráboðanirnar úr MMR vóru alt ov illa skipaðar og tíðarpressaðar.

Er tað so, at MMR ynskir, at landsroyndin skal nýtast við skili, hugsi eg, at betri hevði verið at skipað landsroyndir við skúlabyrjan, at lærari kennir støði næminganna og fær skipað undirvísingina hareftir.
Men eg haldi enn, at tað gevur lítla og onga meining, at næmingar í 4. og 6. flokki sita til talgilda landsroynd – við ongum hjálpiamboðum. Hvørki í støddfrøði, føroyskum ella náttúru og tøkni.

Náttúra og tøkni eigur at verða ein lærugrein, har næmingurin er uttandura, ger ymsar royndir og er í samstarvi við floksfelagar, at finna fram til “úrslit”. Somuleiðis eiga støddfrøði og føroyskt eisini at leggja upp til, at næmingar eru í samspæli og samstarvi – eisini við læraran – at arbeiða og skilja.

At MMR nú ætlaði at seta næming, einsæris, við teldu, at klikkja inn “paratvitan”, er mær so veruleikafjart, at eg loyvi mær at spyrja: “Hvørjar námsfrøðiligar tankar, hevur Mentamálaráðið til landsroyndirnar?”

Ikki veit eg, um MMR hevur orku og tíð at svara mær spurninginum. Stendur spurningurin ósvaraður leingi, verður hann umorðaður og settur aftur.