Semjusøkjandi samstarv í Ríkisfelagsskapinum gevur búskaparligan stabilitet, vælferð og góð úrslit fyri Føroyar





ES, Arktis og boykottið: landsstýrið passivt í 9 mánaðir

Hóast landsstýrið longu fyri 9 mánaðum síðani fekk ítøkiliga áheitan um at seta Europasamveldinum treytir fyri at gerast eygleiðaraland í Arktiska Ráðnum, valdi landsstýrið passivitet og situr framvegis á hondunum

Tað er at fegnast um, at fólkatingsmaðurin hjá Javnaðarflokkinum nú sigur seg taka undir við, at støða Føroya og ríkisins í Arktiska Ráðnum kann og skal brúkast til at fáa Europasamveldið til at taka burtur handilsboykottið móti Føroyum.

Trupulleikin er, at útspælið frá Javnaðarflokkinum kemur uml. 9 mánaðir ov seint.

Landsstýrið fekk áheitan

Longu fyri 9 mánaðum síðani - áðrenn gitna ráðharrafundin í Kiruna í Svøríki - mælti Sambandsflokkurin á Christiansborg til, at Føroyar í Arktiska Ráðnum, saman við restini av ríkinum, skuldu leggja upp til, at hóttanin um ES-revsitiltøk móti Føroyum skuldi takast aftur, áðrenn ES kann gerast eygleiðaraland í ráðnum (sí leinkjur niðanfyri).

Fundurin í Kiruna var avgerandi, tí tá skuldi støða takast til umsókn frá ES um at gerast eygleiðari í Arktiska Ráðnum.

Valdi passivitet

Landsstýrið valdi tó tilvitað, at hesin trumfurin ikki skuldi brúkast.

Løgmaður kom enntá út alment og segði, at í altjóða samanheingi verður slíkt ikki gjørt.

Henda útsøgn er í stríð við veruleikan.

ES í skammikrók 3 ferðir

Undir slagorðinum "No Seal No Deal" ("Ongin Kópur Ongin Avtala") setti Kanada á Kiruna-fundinum (vegna inuittarnar í landinum) ta treyt, at ES skal ikki gerast permanentur eygleiðari, fyrr enn samveldið er hildið uppat at boykotta kópavørur.

Hesum boygdi Arktiska Ráðið seg fyri, tí øll limalond í ráðnum hava vetorætt móti avgerðum ráðsins.

Við øðrum orðum ber væl til at brúka trumfin og seta ES treytir.

Hetta var 3. ferðin, at Kanada setti Europasamveldið í skammikrók orsakað av boykottinum móti kópavørum, sum byrjaði í 2008. Fyrst blokkeraði Kanada í 2009, 2011 og so í fjør í Kiruna.

Væl dokumenterað trýst

Politiski/diplomatiski tvídrátturin millum ES og Kanada um eygleiðarasessin í Arktiska Ráðnum er væl kendur.

Hann er eisini væl dokumenteraður í vísindaligari grein, sum Arktiska Instituttið almannakunngjørdi í juni í fjør (sí leinkjur niðanfyri).

Sjálvandi átti landsstýrið at lurtað eftir áheitanini longu í mai í fjør.

Ligið sjóvarfallið av sær?

Spurningurin er, hvat ið nú er at gera.

Í øllum førtum er sera seint nú at seta ES stólin fyri hurðina í arktiskum samanheingi.

Treytirnar áttu at verið lagdar við á ráðharrafundinum í Kiruna - júst so, sum Kanada gjørdi vegna inuittarnar.

Fadesan hjá landsstýrinum er eisini, at í Kiruna góðtóku limalondini í Arktiska Ráðnum - eisini Føroya landsstýri - at ES skal fáa eygleiðarastøðu, tá ið ósemjan við Kanada er loyst.

Var nakar politiskur ryggur, hevði landsstýrið kravt, at ósemjan um makrel og sild eisini skal loysast, áðrenn ES fær eygleiðarastøðu í Arktiska Ráðnum.

Sleppa arrogansuni

Helst ber til at koma afturumaftur, og tað eigur at verða kannað.

Undir øllum umstøðum verður trúvirði Føroya sum partnari í Arktiska Ráðnum skalað, um komast skal afturumaftur nú.

Onnur fara at spyrja, um Føroyar kunnu takast í álvara, um landið nú broytir støðu, eftir at tað hevur givið tilsøgn til felags avgerð í Arktiska Ráðnum.

Frameftir krevst í øllum førum, at landsstýrið gevst at sita á hondum sínum.

Ein stjórn má ongantíð gerast so betrivitandi og arrogant, at hon letur oyruni aftur og noktar at reagera, tá ið áhugamál landsins standa upp á spæl.

Edmund Joensen , fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin

Les meira:

Hóttan um revsitiltøk má takast aftur áðrenn ES fær eygleiðarasess í Arktiska Ráðnum

Inuittar seta ES skák og mát - Føroyar gera onki

Innenfor eller Utenfor? Symbolikken rundt EU og Arktisk Råd

In or out - Symbolism of the EU's Arctic Counsil Bid

www.edmundjoensen.fo