Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Farleiðin um Nólsoyarfjørð

Til lukku við starvinum, Regin I. Jacobsen og Hilmar Eliasen. Nú verður Regin ikki so drúgvur í stjórasessinum og Hilmar byrjar mær vitandi 1. juni. Tí er helst best at orða tykkum báðum sama spurning: “Hvat gera tit at tryggja góða farleið um Nólsoyarfjør – og hvussu er nýggja ferjan raðfest?”

Farna heyst fekk eg boð frá fyrrverandi stjóranum í SSL, at SSL hereftir samskifti við Tórshavnar kommunu. Eg eri sera harmur um, at SSL skumpaði arbeiðsbólkin frá sær og tí standi eg nú spyrjandi á síðulinjuni. Hvat gongur fyri seg? Hevur landsstýrismaðurin tryggjað tykkum í SSL nøktandi kor at arbeiða áfram við nýggju ferjuni?

Í februar skilti eg á landstýrismanninum, at gongd var í málinum. Í mars skilti eg á SSL, at fíggjarkarmurin ikki rúmaði nýggju ferjuni. Hvør er støðan?

SSL tørvar eykaskip – fyri Smyril, fyri Teistan og á Nólsoyar-leiðini. Men Ternan kann ikki verða eykaskip, samstundis sum Ternan skal verða álítandi ferjan til Nólsoyar. Øll skip skulu takast upp av og á, men tað er mær óskiljandi hví hetta altíð skal órógva okkum í Nólsoy.

Støðan er ótolandi, ikki minst nú óhappið var við Teistanum. Men at taka Ternuna burturav til Skopunar, fyri síðani at læna SAM til Nólsoyar, tað gevur onga meining. At tit síðani leggja farmatúr týsdag – er eisini heilt burturvið, tá ið ruskbilar og farmaflutningurin hava mikudag og fríggjadag at halda seg til.

Er tað so, at Teistin nú er á beding í 4 til 6 mánaðir (alt summar), so má SSL skipa nýggja ferðaætlan um Skopunarfjørð og Nólsoyarfjørð. Legg onkran túr burturímillum – hvønn dag – so Ternan siglir úr Skopun til Havnar og síðani út til Nólsoyar, áðrenn farið verður suður aftur um Kirkjubønes.

At senda “Jósup” til Nólsoyar, er bert sjón fyri søgn, at hetta er ikki rætta “eykaskipið”. Báturin er, eins og Silja Star, bert hóskandi til fólk, ið klára seg sjálv, ikki eru bundin av koyristóli – ella illa gongd - og ikki hava nógv viðførið við sær.

Um ferðaætlanin til Mykinesar er galdandi pr. 1. mai, verður spennandi at frætta hvørja loysn SSL skipar til Nólsoyar!

Við ynskjum um trygga og álítandi farleið – eisini til Nólsoyar!
Jákup av Skarði