Bergur A. Dalsgarð

Míni hjartamál til býráðsvalið eru:
- Bíligar leiguíbúðir til lesandi, lærlingar og stakar uppihaldarar
- Leiguíbúðir til barnafamiljur
- Eldraíbúðir
- Íbúðir til fólk við rørslutarni





Frælsi at eiga ella leiga

Frælsi at eiga ella leiga

Hendan boðskap finnur tú á smáum lepum í bussskýlum kring Havnina. Í kvøld verður farið til Velbastaðar og Kirkjubíggjar, í morgin til Kollafjarðar og Kaldbaks at heingja fleiri smá pappírhús við hesum boðskapi upp.

Slagorðini er mín máti at undirstrika, at vit av øllum alvi mugu streingja á at fáa tað almenna at gera sítt til at skapa ein meira fjølbroyttan bústaðarmarknað.

Vit mugu krevja av kommununi, at hon letur byggja leiguíbúðir til lesandi, lærlingar, stakar uppihaldarar, ja allar samfelagsbólkar, tí tað er júst frælsið (fyri øll) at leiga, sum vantar í Tórshavnar Kommunu.

Ein nýútbúgvin hevur ofta hvørki ráð ella hug at keypa sær eini sethús, og harvið skuldar- og stavnsbinda seg longu á ungum aldri.

Avbjóðingin við at finna ein nøktandi (leigu)bústað er ein av orsøkunum til, at ungdómurin ikki tímur at flyta heim aftur. Tí mugu vit, ongantíð ov ofta, siga okkara meining um, hvar íløgurnar hjá Tórshavnar Kommunu skulu fara.

Eg stilli upp til kommunuvalið. Tín atkvøða kann verða avgerandi fyri, um eg sleppi inn.

Bergur A. Dalsgarð, valevni Javnaðarfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu