Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Gleðilig jól SSL

Tað ljóðaði sum eitt framstig, at SSL skuldi skipa fyri ferðasambandi á jólum. Eg hugsaði mítt, at hetta var eitt framskotið framstig – eins og Vágatunnilin, Smyril..., - men kanska fór tó at hepnast SSL at sýna í verki at tey høvdu orku og vit at samskipa farðleiðirnar innanoyggja.

Men gakk! Hvat ólukkan hugsar SSL fyri sær, at seta EIN TÚR inn jólamorgun?

Fyrsta “S” átti at staði fyri “Service” og seinna “S” átti at staði fyri “Samskipan”. Men tað sýnist sum at hvørki service ella samskipan eru fyrstu atlitini, ið SSL hevur til starvsøki sítt. Kanska “L” stendur fyri lamið?

Eg loyvi mær at leggja fram hugskot, ið møguliga kann vaksa um inntøkumøguleikar SSL: Setið tveir túrar inn, at tey, ið ynskja at ferðast jóladag, sleppa heim aftur SAMA DAG!

Fyri at skerða tað út í papp, loyvi eg mær at leggja afturat: Ynskir SSL at vaksa um inntøkurnar, so er ein grundarsteinur at skipaðir verða túrar, ið geva ferðafólki møguleika at ferast til eitthvørt ferðastað OG heimaftur. Hesin møguleikin at ferðast jóladag, kann hava við sær, at onnur enn tey, ið hava tunnilsamband, nýta høvi at vitja skyldfólk jóladag.

Ja! Tað kann væl vera, at vit eiga at sita á afturpartinum eina løtu á jólum. Ja! Tað kann væl vera, at alt er so hektist á jólum. Men! Tað er stórur munur á at velja at sita í frið og at verða skorðin burtur frá øllum ferðasambandi.

Eg haldi at fremsta ábyrgd SSL er at skipa fyri føstum og tryggum ferðasambandið – alt árið!. Tað merkir bæði á sjóleiðum og fyri bygdaleiðirnar.

Við bestu ynskjum um góða og trygga farleið – eisini um Nólsoyarfjørð. Jákup av Skarði