Rita inn við Facebook omanfyri, fyri at skriva og umsita greinar.







Gott at Javnaðarflokkurin tekur við læru!

 12. mars 2014 legði Javnaðarflokkurin uppskot fram á ting, um at fáa samfelagsfrøði inn um skúlagátt. Verður uppskotið lisið ígjøgnum sæst týðiliga, at uppskotsstillarin hevur lisið væl inni á heimasíðu okkara, tí hetta hava vit í Unga Tjóðveldinum fleiri ferðir áður heitt á!

Í Unga Tjóðveldinum hava vit leingi verið av teirri áskoðan, at fakið “fólkaræði” skal í fólkaskúlan frá byrjan av. Á heimasíðu okkara kann lesast, at vit meta tað vera eins týdningarmikið, at vita hvat tvey pluss tvey er, eins og at vita hvat fólkaræði merkir og inniber. Í uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum, er ynski at fáa samfelagsfrøði í 9inda flokk, og seinni at byrja eina meira umfatandi ætlan, har faki “fólkaræði” skal byrja í 1. flokki. Sjálva uppskotið tykist ikki at vera nóg væl gjøgnum tonkt, vegna væntandi lærugreinatilfar, og at tveir tímar um vikuna í eitt ár er alt ov lítið – men eitt ár er avgjørt betri enn onki og vóna vit tískil, at uppskotið verður samtykt, sjálvt um tað er ósannlíkt.

Okkara ynski er, at faki “fólkaræði” verður stovnsett frá fyrstani tíð av, har undirvíst skal verða í samfelagsvísindi og í, hvussu tú kanst gera ávirkan á samfelagið. Vit skulu breiðka um kunnleikan hjá okkara ungdómi til politikk og fólkaræðisligar tilgongdir. Tað skal í hesum sambandi arbeiðast fram ímóti, at valaldurin fer niður á 16 ár. Tað er týdningarmikið at vit geva ungdómi okkara kunnleika um samfelagið, umframt at vísa okkara ungdómi álit og geva honum ábyrgd.  Fólkaræði verður nógv styrkt, um faki “fólkaræði” verður stovnsett umframt at valaldurin verður lækkaður.

Umframt hetta uppskot, er tað eisini langt síðani, at Unga Tjóðveldið skeyt upp, at fáa lesandi í onkra skipan aftaná loknan lesnað. Tað er jaligt, at Javnaðarflokkurin tekur við læru, og kunnu vit bara vóna, at flokkurin lesur onnur uppskot frá okkum. Heimasíða okkara er www.ut.fo og kunnu vit eitt nú viðmæla fólkaatkvøðu um loysing, móttøku av flóttafólki og at leggja fram uppskot um fosturtøku.

Vegna Unga Tjóðveldið
Tráin Petursson Nónklett