Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Hægri løn

Tíanverri spurdist alt ov lítil lønarhækking burturúr seinastu samráðingunum, men nú er upplagt at nýta “friðartíð” at samskifta um hetta týdningarmikla evni.

At fara til samráðingar, har ein mestsum bert møtir einum “null-hugburði”, er tungt og gevur lítlar vónir um samstarv og í felag at styrkja fólkaskúlan. Men! Lat okkum nú finna saman og styrkja fólkaskúlan.
Tað er einum og hvørjum sjálvsagt, at lønin er ein týðandi faktorur, at starvsfólk trívast. Samstundis er tað eisini sjálvsagt, at starvsfólkatrivnaðurin í skúlanum er høvuðsfaktorur, at næmingar eisini trívast.
Arbeiðstíðin hjá lærara í dag er á heilt góðari leið – men lønin skal kvinkast uppeftir!

Her skal ikki verða talan um, at yvirtíð og annað eyka arbeiði skal til, at lærarar hava nøktandi løn. Føroya Lærarafelag hevur samrátt seg til arbeiðstíðina, og nú skal nakað afturat í lønarposan – fyri somu arbeiðstíð!

Tað verður tikið fram av og á, at menn fokusera meira upp á lønina, enn kvinnur. Hugsast kann, at hetta er ein orsøk, at fleirtalið av lærarum eru kvinnur. Samstundis vísir tað seg, at fleiri kvinnur arbeiða niðursetta tíð – og at tær harvið fáa minni í lønarposan. Verður lønin hækkað eitt vet, kundi tað havt við sær, at fleiri menn starvaðust í skúlanum, og at kvinnurnar við betri samvitsku kundu arbeitt í niðursettari tíð.

Tað snýr seg um, at lærarin fær líkinda løn fyri vanliga arbeiðstíð. Her skal ikki verða talan um at arbeiða eyka. Harafturat snýr tað seg eisini um at fáa javnvág í arbeiðsfjøldini. Okkum tørvar javnbýti av kvinnum og monnum.

Tað hevur verið lagt fram, at lærarin skal leggja fyrireikingartíðina í skúlanum. Hvørt lærarin leggur sær fyrireikingartíðina á skúlanum ella við hús, meti eg eigur at verða til læraran at skipa. Tó eiga umstøðurnar í skúlanum at geva læraranum møguleika at arbeiða seg lidnan í skúlanum, at hann hevur frí, tá farið verður til hús.

Afturat vanligu lønini hevur verið borið upp á mál, at ein “bonus-skipan” skal leggjast teimum, ið hava lisið áfram innan ávíst øki – og starvast innan hetta økið. Hetta meti eg sum góðan møguleika, at lærarar halda seg til at lesa áfram og gagnnýta lesnaðin í undirvísing og øðrum samstarvi við næmingar, lærarar og leiðslu.

Í stuttum: Skipa lærarastarvið, at kvinnur og menn, við hollari útbúgving og væl fyriskipaðari eftirútbúgving, ynskja at starvast innan hetta týdningarmikla arbeiðsøkið. At vit kunnu stimbra og menna komandi ættarliðið.

Lat okkum seta út í kortið eftirútbúgvingar og lønarskipanir, ið tryggja næmingum góðan og mennandi fólkaskúla!

Í góðum samstarvi við Mentamálaráðið kunnu vit skipa góð og mennandi átøk.

Í góðum samstarvi við Fíggjarmálaráðið kunnu vit skipa góð lønarkor.

Við bestu ynskjum
Jákup av Skarði