Rita inn við Facebook omanfyri, fyri at skriva og umsita greinar.







Havnarútbygging og samferðslukervi

Eg havi veruliga roynt at hugsa positivt um útbyggingina av havnarøkinum í Havn. Sjálvandi skal fremsta havnin í sjóvinnulandinum Føroyum hava betri umstøður. Vit tosa um arbeiðspláss og inntøkur til bæði land og bý. Men eg eri hvørja ferð steðgaður við, hvussu vánalig viðurskiftini eru á landi. Samferðslukervið í Havnini hevur ikki fylgt við tíðini. Á vegnum við Skansan eru tvær trongar rundkoyringar, har stórir og tungir trailarar skulu pløga seg ígjøgnum. Yviri við Strond er eftirhondini tætt bygt bústaðarøki við ellisheimi og kampingplássi. Á Hvítanesvegnum við vøkru Hoydalar er altið proppur í ferðsluni. Enn ein trong rundkoyring er, har sum Hvítanesvegurin og Kaldbaksvegurin møtast, áðrenn tað loksins slepst út á alfaraveg. Handanvegin - gjøgnum allan býin - skulu lastbilar út á bygd við vøru, sum er skipað upp í Havn, og tað koma líka nógvir av slagnum hendanvegin. Vegirnir eru smalir og ótíðarhóskandi. Tá ið onki er gjørt fyri at betra til- og frákoyringina til havnarøkið og samferðslukervið í býnum sum heild, dugi eg altso ikki at skilja, at ein tung bingjuhavn skal vera í (gamla) miðbýnum í Havn!

Leivur Thomsen

X Tjóðveldi