Bergur A. Dalsgarð

Míni hjartamál til býráðsvalið eru:
- Bíligar leiguíbúðir til lesandi, lærlingar og stakar uppihaldarar
- Leiguíbúðir til barnafamiljur
- Eldraíbúðir
- Íbúðir til fólk við rørslutarni





Klassastríðið er í hæddini!

Eg havi arbeitt í matvøruhandlum og á sjúkrahúsinum. Har havi eg prátað við hundraðtals fólk úr øllum samfelagsbólkum. Tá eg sigi, at tað eru familjur her í landinum, sum ikki fáa endarnar at røkka saman, so eru tað ikki bert gitingar, men veruleikin hjá teimum, sum liva í armóð.

Úti í handilslívinum sá eg ein mann, sum royndi at stjala kjøt - eg meini so við, um hann royndi at stjala battaríir ella øl, so var tað eitt, men KJØT? Tað er tekin um armóð, sum flestu føroyingar als ikki kennast, ella vilja kennast við.

Tá arbeiðararørslan var í gulltíðini, vóru tveir partar í stríðnum um størri fíggjarligt frælsi fyri fjøldina: Øðrumegin ein stórur arbeiðaraklassi og hinumegin ein lítil, múgvandi yvirklassi. Munurin millum rík og fátøk var sjónligur, og allir arbeiðarar, umframt nakrir samvitskufullir arbeiðsgevarar, stuðlaðu vinstrapolitisku arbeiðararørsluni. 

Í dag er hetta broytt, so faklærd, íverksetarar og arbeiðsgevarar standa á somu rók, meðan arbeiðsleys, pensjónistar, ófaklærd og ung undir útbúgving standa veikt á niðastu rók, sum ein spjaddur, óskipaður undirklassi.

Yvirtromin er vorðin so stór, (og tíbetur fyri tað!), at undirklassin næstan ikki sæst - og tað er vorðið ógvuliga møtimikið, nærum ógjørligt, hjá undirklassanum at fáa politiska ávirkan.

Tá vit nú eru vorðin nógv, sum eiga, og fá, sum einki eiga, krevur tað í størri mun eitt heitt hjarta fyri at velja rætt. Sum múgvandi er tað lættasta at velja ein flokk, sum lovar fleiri pengar eftir aftaná skatt. Men, tá hesir somu flokkar ganga á odda við at niðurlaga bæði heilsuverk og útbúgvingar, umframt at áseta brúkaragjøld fyri almennar veitingar, so er skattalættin knappliga ikki so søtur, sum hann átti at verið.

Um vit eru menniskju, so velja vit hesa køldu høgruleið frá. Vit eru ikki sett her á jørðina fyri at stríðast ímóti hvørjum øðrum, men at hjálpa hvørjum øðrum, so øll fáa tað betri. Tá eg skal meta virðið av einum landi, so hyggi eg at, um tey veiku verða viðfarin virðiliga, og ikki hvussu rík tey ríkastu eru. Eitt gott land tekur hond um síni veikastu, og soleiðis ynski eg, at Føroyar skulu verða í framtíðini.