Kringvarpsgjaldið skal vera sjálvboðið

Tað kom sum snarljós av klárum himni, tá Karstin Hansen á landsfundi hjá Miðflokkinum boðaði frá, at landsstýrið arbeiddi við at einskilja 50% av Kringvarpinum. Ætlanin hevur fingið mong á afturbeinini. 


Víst verður á týdningin, sum ein sterkur og óheftur almennur fjølmiðil, hvørs høvuðsendamál er at halda eyga við valdshavarunum, hevur fyri føroyska fólkaræðið. Tey nógvu, ið finnast at Kringvarpinum, vísa harafturímóti á, at tað er ikki neyðugt við einum almennum fjølmiðli, tí privatu miðlarnir eru eins óheftir og dugnaligir og Kringvarpið. Harafturat verður funnist at kringvarpsgjaldinum á kr. 3625, sum hvørt húski í landinum skal gjalda fyri.


Fígging

Tað skal staðfestast beinanvegin: eri sannførdur um, at neyðugt er við sterkum og óheftum fjølmiðlum, ið hava til endamáls at halda eyga við okkum, ið sita við valdinum. Tað hava vit í dag. Sterkar og óheftar fjølmiðlar, sum gera eitt megnararbeiði. Tað einasta, ið spurnartekin kunnu setast við, er, hvussu skal almennur fjølmiðil fíggjast? 


Sjálvboðið

Í dag er tað soleiðis, at øll húski gjalda 3.625 kr. árliga. Tað eru mong, ið halda, at kringvarpsgjaldið átti at farið umvegis skattin. Tað dámar mær ikki. Men mær dámar heldur ikki kringvarpsgjaldið. Tað er næstan sum ein skattur, tí húskini verða áløgd við lóg at gjalda 3.625 kr. um árið. Um ikki, kunnu tey stevnast. Hvørt vit fáa valuta fyri pengarnar ella ikki, skal eg ikki meta um, men mær hevði dámt best, um kringvarpsgjaldið var sjálvboðið. Tað vil siga, at tað var upp til hvønn einstakan, um hann ella hon rindaðu fyri Kringvarpið. Eg hevði ikki ivast eina løtu, tí eg hevði ikki viljað verið tænastuna fyri uttan. Tað eru kanska onnur, ið ynskja, og er tað mín fatan, at tey skulu sleppa undan at gjalda fyri nakað, sum tey ikki vilja gjalda fyri. Hetta er mín grundleggjandi áskoðan um tingini, og tað eigur at vera møguligt í hesum hátøkniligu og digitalutíðum. 

Sostatt hevði tað verið ynskiligt, um landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, arbeiddi við at gera kringvarpsgjaldið sjálvboðið, tí so er tað upp til hvørt einstakt húski, um tað ynskir at gjalda fyri Kringvarpið ella ikki. 


Hanus Samró, Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin