Rita inn við Facebook omanfyri, fyri at skriva og umsita greinar.







Larmandi tøgnin - Endurtaka lesarabræv

 Føroyingar hava hesa seinastu tíðina veri vitni til eitt kjak, sum til tíðir hevur veri sera einsporað. Vit Hampafólk hava eftir bestu sannføring roynt at vísa á fyrimunirnir við at legalisera cannabis og hampin sum heild. Og vit vilja gjarna viðganga at vit til tíðir hava gjørt feilir, skilt soleiðis, at vit enn eru á einum byrjanarstøði, og at vit mangan kundu haft veri eitt sindur meiri greið í okkara máta at føra okkara sjónarmið klárt og greitt fram. Og hettar vilja vit í framtíðini støðugt royna at betra.

Tá tað er sagt, so eru vit fyri at siga tað sum tað er, eitt sindur ørkymlaði av tí lítlu, fyri ikki at siga fullstendiga manglandi politisku støðutakanini frá teimum politisku flokkunum(við undantøku av Miðflokkinum). Og tá vit her staðfesta at vit eru takksom fyri at Miðflokkurin hevur gjørt sær tann ómak at taka eina greiða støðu, so vilja vit eisini undirstrika, at vit á ongan hátt kunnu góðtaka at Bill Justinusen vegna Miðflokkin, leggur okkum undir at fáast við djevulskap og at vit royna at sníkja hampfræ inn í landi. Til hesa ærumeiðandi viðmerking, áttu vit at fingið eina umbering. Fyri tað fyrsta so fáast vit ikki við djevulskap, nógv av okkum eru trúgvandi og Guðs óttandi fólk. Fyri tað næsta, so royna vit ikki at sníkja hampfræ inn í landi, Bill Justinusen, vit hava loyvi til tað! Eisini hevur hesin "Harrans tænari" roynt at skerja okkara talufrælsið, við tað at hann vil hava okkum tiga. Men tað kann hann gott gloyma. Her á landi hava vit enn talufrælsið og tað gera vit brúk av, so leingi vit enn hava tað.

Flokkarnir tiga
Sigast má, at vit Hampafólk hava veri alt annað enn friðarlig hesa seinast tíðina. Og løgi skal tað vera, um politisku flokkarnir á tingi (- Miðflokkin) ikki hava hoyrt ella sæð okkum. Formaður okkara Arnfinn á Birtuni, hevur veri frammi, bæði í skrivaðu og luftbornu miðlunum, har hann hevur tosa um okkara støðu til cannabis og hampplantuna sum heild. Hóðast tað, hava vit hvørki hoyrt orð ella eið. Vit høvdu vóna og vanta, at hinir flokkarnir á tingi, fóru at taka støðu til um teir eru fyri ella ímótur eini legalisering av cannabis og hampplantuni, men nei ... larmandi tøgn. So kann mann spyrja seg sjálvan hví so er. Møguleikarnir eru nakrir. Ein møguleiki er, at hesir flokkar eru so bangnir fyri sínum egnu veljarum, at teir heilt einkult ikki tora at røra hettar polariserandi mál, ein annar møguleiki er, at teir vóna at vit skjótt hava rópt okkum tóm, og at rópini stilt tigandi fara at doyggja burtur, um tað seinra er tilfeldi, so koma teir at bíða leingi, vit eru júst byrjaði. Aðrar orsøkir kunnu sjálvandi eisini vera, men vit halda at tað er mest sannlíkt ein av hesum. Og tí vilja vit hervið heita á allar flokkar um at taka støðu, vit Hampafólk eru sum øllum kunnugt, eisini veljarar!

Stigmata
Tann sum tegir samtykkir verur mangan havt á munni. Men vit ivast í, um tað altíð er so. Vit hava nú í longri tí roynt at søkja samstarv og stuðul ymsa staðni frá, men ikki kann sigast at áhugin er stórur at svara aftur. Millum annað, hava vit roynt at fáa løgreglu, bruna umsjón og ymiskar almennar stovnar um ein fund, so vit saman kunnu leggja út í korti, hvussu vit á bestan hátt kunnu fáa 420 tiltaki 20. apríl avgreitt. Men vit fáa ikki svar. Vit halda at tað er sera óheppið, tí okkara áhugi er, at tiltaki skal fáast so væl frá hondini sum gjørligt. Tí vilja vit heita á tykkum enn eina fer um at svara uppá mailin sum tit hava fingið. Eisini hevði veri gott at fyngi eitt svar frá teimum fyritøkum sum vit hava søkt um stuðul. Stigmatisering er ikki gott fyri nakað. Og vit kunnu hvørki tigast ella hóttast burtur. Lati okkum tosa um tingini, eisini um vit eru ósamd.

Larmandi tøgnin er devulskapur, um nakað er.

420 Hampafólk