Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Leysaskot – ella álitisbrot?

Hendrik Old, landsstýrismaður, brestir fram, at nýggja ferjan til Nólsoyar, verður avloysaraskip, ið bygt verður í 2021. Tí standi eg spyrjandi, hvussu hetta er í samsvar við samgongupolitikk um útjaðaramenning – og um at byggja upp álit á politisku skipanina.

Í Nólsoy er alneyðugt at fáa bygdarfólkið at støðast og onnur at flyta til. Tveir týdningarmiklir faktorar eru tá: Samferðsla og bústaðir.

Vit hava vøggustovu, barnagarð, skúla, frítíðarskúla og barna- og ungdómshús – og enn hava vit handil og posthús.

Men samferðslan er alneyðug, at vit kunnu búgva í Nólsoy og arbeiða ella fara ymisk ørindi í Havn. Tá ið hol verður sett á at byggja hús aftur í Nólsoy, eru samferðsluviðurskiftini alneyðug at flyta tilfar út í oynna – og møguliga nøkur arbeiðsfólk eisini.

Ikki vardi tað meg, at tað longu nú skuldi sýnast sum at politikkari telir hvar flestu atkvøðurnar eru! At vit bert eru 210 fólk í Nólsoy hevur sjálvsagt við sær, at eingin stórur stemmuslúkari hyggur hendan vegin. Men, at vit á hendan hátt skulu verða knúskað av javnaðarmanninum, tað er beiskur biti.

Politikkarar hava víst á tørvin, at byggja upp aftur álitið á politisku skipanina. At Hendrik Old síðani fer út við slíkum steinørum ætlanum, rykkir grundarlagið undan øllum áliti – í hvussu er á landsstýrismannin.

Meðan “avloysaraskipið Ternan” verður sett inn fyri aðrar ferjur, setir Strandferðslan smærri bátar at sigla um Nólsoyarfjørð. Hesir bátar eru mannaðir við fryntligum monnum, ið vísa góða tænastu og hjálpsemi. Men bátarnir eru ikki nøktandi til krøvini, ið eg sum ferðandi seti í 2015.

Eg vil hava møguleika at seta taskur frá mær og um eg havi okkurt tilfar við, vildi eg fegin tikið bilin við eisini. Enn sleppi eg umborð uttan hjálp, men verri er hjá eldri fólki og teimum, ið sita í koyristóli. Barnavognar sleppa umborð, men ikki undir tak.

Tveir sjónligir fyrimunir við smærru bátunum eru tó: Lagt verður at heima í bygdini og ferðatíðin er eitt korter.

Men! Ferðatíðin við Ternuni hevur ikki altíð verið 20-25 minuttir. Hesa seinastu tíðina er ferðatíðini longd við meira enn 5 minuttum og hevur tað stóra ávirkan á tíðina, ið arbeiðsfólkið hevur at møta – og somuleiðis fyri tey, ið ganga í skúla ella lesa á Setrinum.

Hendrik Old! Lat okkum fáa álit á politisku skipanina! Set verkætlanina í gongd at byggja ferjuna, ið skal røkja farleiðina um Nólsoyarfjørð.