Rita inn við Facebook omanfyri, fyri at skriva og umsita greinar.







LGBT, offurleikluturin, hatursknøtturin og munnkurvin

 Mánadagin 29. juni varð ein grein løgd út á facebook-síðuna hjá Ung fyri Miðflokkin (UfM). Hetta var eitt leinki til eina grein frá faithit.com, við yvirskriftini 5 ting sum Jesus hevði sagt til samkynda felagsskapin. Vit umsettu tey fimm punktini og løgdu tvær viðmerkingar til at enda. Greinin var skrivað soleiðis:

1.     “Eg elski teg

2.     Eg skilji hvussu tað er at føla seg avvístan

3.     Eg var eisini freistaður av synd

4.     Eg ynski tað besta fyri teg (sum er Orð og livihátt Bíbliunna)

5.     Eg eri her fyri teg gjøgnum alt

Vit á Jørð skula minnast at elska øll - men at elska ein merkir ikki at góðtaka syndir hansara (hetta er galdandi fyri alla synd).

Samstundis mugu vit skilja, at alt sum Guð biður okkum um, er fyri okkara egna besta.”

 

Orsøkin til at greinin varð løgd út, var m.a. tí at nógv hava fordómar mótvegis Miðflokkinum og UfM í okkara støðu um samkyndleika. Vit eru ikki ímóti samkyndum borgarum og vit viðurkenna tey sum borgarar, ið eru líka nógv verd fyri Gudi, sum øll onnur. Greinin vísur á, at Jesus elskar okkum øll, hevur samkenslu fyri okkum og okkara strevi. Tað var greitt í innlegginum, at talan var ikki bara um samkyndleika, men um allar syndir - also at vit skulu elska allar syndarar, uttan at góðtaka syndir hansara. Greinin varð løgd út við kærleika.

 

Vit vóru síðani bjóðaði í sendingina "Summarmorgun” hjá KVF, har vit útgreinaðu tey 5 punktini.

 

Tann 5. juni fanst LGBT Føroyar seg at okkum á teirra facebook-síðu. Eitt brot úr teirra grein sigur:

Tá summi trúgvandi tosa um synd og samkyndleika, verður samkyndi kærleikin ofta síðustillaður við tað sum tey kalla fyri “girnd”, meðan hinskyndi kærleikin millum mann og konu í hjúnabandi verður hámettur sum nakað serstakt, og harvið tilskila tey sær rætt at kalla kærleikin millum tvey av sama fyri syndugan.”

 

Tey leggja okkum undir at síðustilla samkyndan kærleika við girnd, men veruleikin er, at tey síðustilla samkyndan kærleika við samkyndar seksuellar gerðir. Tá vit í útvarpsstovuni vóru spurd um vit meta at samkyndleiki er synd, so var svarið einfalt. Vit síggja at Bíblian áhaldandi umrøður samkyndar gerðir sum synd. Vit hava tó ongantíð tala at kærleika, hóast tað er soleiðis tey vilja hava tað at ljóða. Veruleikin er eisini tann, at LGBT Føroyar sjálvi royna at tilskila sær rættin at siga, hvat er rætt og skeivt, men royna at snara sannleikanum soleiðis at bert vit standa sum dómarar og at tey eru tey dømdu. Hvør dømir veruliga hvønn?

 

LGBT kritiserar KVF fyri at bróta Public Service sáttmálan

At enda finnast tey at Kringvarpi Føroya, har tey skriva:

Tað sømir seg als ikki og er avgjørt ikki partur av public service uppgávuni at loyva einum minnilutabólki at útstilla ein annan minnilutabólk fyri opnari mikrofon sum størri og verri syndarar enn aðrir syndarar í Føroyar.

 

Hetta er ein grov lygn. Í sendingini “Summarmorgun”, har okkara nevndarlimur í UfM tosaði um okkara innlegg á Facebook, søgdu vit ongantíð at menniskju, sum liva tann samkynda liviháttin eru “størri og verri syndarar”, enn onnur. Dentur varð lagdur á, at tann samkyndi livihátturin var ein partur av øðrum syndum sum heild og var tí ikki “størri og verri” enn aðrar syndir. Við at leggja orð í munnin á okkum við at siga, at ein ávís synd er størri og verri enn aðrar syndir, siga tey ósatt og gera sær dælt av offurleiklutinum í enn størri mun, av tí at tey tá leggja okkum undir at vera serliga nógv eftir einum ávísum samfelagsbólki. Ein orsøk til, at vit tosaðu um samkyndleika sum synd í omanfyrinevndu sending, uttan at fara í eina viðgerð av øðrum syndum, er tí at vit her vóru biðin um at tosa um okkara beinleiðis kærleiksfulla innlegg, sum viðgjørdi eitt ávíst evni.

 

Public service sáttmálin sigur m.a. at teirra innihald skal hava fjølbroytni og skal venda sær til nógvar áhugabólkar, tá talan er um ymisk mál. Eiler Fagraklett, sum umboð fyri LGBT Føroyar, var sjálvur í “Summarmorgun” fríggjadagin, har tey fingu talutíð.

 

At geva LGBT ósvaraða talutíð vildi verið eitt brot á Public Service sáttmálan. Tískil vóru vit bjóðaði við sum ein ávís “mótvekt” og fyri at geva sendingini fjølbroytni. Fjølbroytni ella “ymiskleiki” er vanliga eitt orð, sum LGBT-aktivistar eru glaðir fyri, men í KVF skal hetta fjølbroytni ikki røkka út til aðrar áhugabólkar við mótstríðandi hugsjónum. Tað meta tey vera brot á Public Service sáttmálan - veruleikin er tó beint øvugtur.

 

Spurningurin er so, um LGBT Føroyar ynskja at forða einum kristnum felagsskapi í at tosa um Orð Bíbliunnar.

 

Hatursknøtturin

Eitt tað mest brúkta amboðið hjá LGBT-viðhaldsfólki kring heimin, hevur verið at leggja persónar, ið ikki stuðla eitt nú teirra sjónarmið uppá hjúnaband, undir at vera “hatursfull”.

 

Í oktobur 2013 hevði danska blaðið “Information” eitt brot úr eini samrøðu við Jenisi av Rana. Jenis varð siteraður fyri at leggja fram nøkur syrgilig hagtøl, sum vístu at samkyndi samfelagsbólkurin er tann bólkurin, ið er harðast raktur av vónloysi, uppgevan, rúsevnis- og rúsdrekkamisnýtslu og sjálvmorðsroyndum.

 

Hetta fekk hart aftursvar frá LGBT Føroyum, har tey m.a. søgdu at hansara útsøgn var “háðandi” og “niðurgerandi”, og at tey ætlaðu at melda hann fyri brot á grein 266b. Eiler Fagraklett segði tá “at útsøgnin hjá Jenisi av Rana byggir ikki á nakra sum helst vísindalig prógv”. Tó er hetta øgiliga væl prógvað og LGBT-stuðlandi felagsskapir viðganga hetta eisini, her ímillum Gay Lesbian Medical Association og Canadian Rainbow Health Coalition. Eiler hevur tó á Facebook seinni viðurkent hagtøl, sum líkjast júst teimum, sum Jenis legði fram í 2013. Hann skrivaði:

 

Harafturat vísa flestu kanningar, at LGBTarar hagfrøðiliga framvegis eru í nógv størri vanda fyri at gera sjálvmorð, líða av sálarligum trupulleikum ella at misnýta rúsandi evnið.

 

Nakrar dagar seinni søgdu LGBT, at tey ikki ætlaðu at melda Jenis. Allarhelst funnu tey útav, at onki hald var í ákæruni. Grein 266b sigur í stuttum, at tað er ólógligt at leggja fram hóttandi og niðurgerandi talu ímóti fólki, sum m.a. grundar á teirra trúgv á kynsligan samleika. Samstundis skulu vit ikki leita leingi fyri at finna viðmerkingar til tí umstríddu greinina sum in.fo hevði um útsøgnirnar hjá Jenisi, ið lættliga kundu meldast fyri brot á 266b.

 

At tú ikki skammar teg Jenis. Eg eri kristin, men ikki á tann ljóta, forfylgjandi, haturfulla og ókristna mátan sum Miðflokkurin og formaður floksins Jenis Kristjan Av Rana. Elska tín næsta, og lat vera við at hata og forfylgja Jenis. Og far so og reinsa tína skitnu sál!!!!...

 

..hann er eitt óreint menniskja sum burdi umhugsa at gjørt sjálvmord

 

Slík vóru aftursvarini frá LGBT og fjøldini til Jenis, fyri at sitera væl prógvað fakta, sum nevndarlimurin í LGBT Føroyar, Eiler Fagraklett, sjálvur seinni hevur viðurkent.

 

Tann 13. mars 2014 framlegði Rani A. Skaalum eitt lesarabræv vegna UfM, sum var eitt aftursvar til eitt skriv, sum LGBT Føroyar hevði sent okkara løgtingslimum. Viðmerkingarnar vóru fongdar við persónsálopum og fólk vildu m.a. vera við, at Rani átti at mist sítt starv sum lærari, vegna síni sjónarmið og fyri at tosa ímóti hugsjónunum hjá LGBT.

 

Lesarabrævið og viðmerkingarnar kunnu síggjast her:

http://lesarin.fo/i+byrjanini+var+bossin+og+lebbaenn+eitt+ispunnid+skaldaverk+fra+homolosjuni.html

 

Munnkurvin

Við at brúka lygnir hava LGBT Føroyar roynt at funnist at KVF, fyri at loyva talu, ið er ímóti teirra áhugamálum. Tað sum vit alsamt síggja frá LGBT-felagsskapum kring heimin er, at tey royna at leggja eina munnkurv á tey, ið eru ímóti teirra áhugamálum. Hetta er beint í andsøgn við okkara talu-, skrivi og trúarfrælsi, og ikki minst okkara fólkaræði.

 

Eitt sterkt fólkaræði grundar á rættin hjá tær at leggja tíni sjónarmið fram, og rættin hjá onkrum øðrum at finnast at tínum útsøgnum. Gerðirnar hjá LGBT vísa tó á, at teir eru ímóti okkara grundleggjandi fólkaræðisligu rættindum.

 

Fleiri føroyingar eru í dag bangnir fyri at tosa ímóti LGBT viðhaldsfólkunum, av ótta fyri at vera stemplaði sum “hatursfull”. Við m.a. at brúka hatursknøttin hevur tað eydnast LGBT Føroyum at lagt munnkurv á fleiri av sínum mótstøðufólkum. Niðurstøðan hjá teimum er greið: Ynskir tú at varðveita hjúnabandslógina, so ert tú eitt hatursfult menniskja. Hetta er tann neiligi andin, ið fylgir tí føroyska kjakinum og er hetta serstakliga harmiligt.

 

Vinarliga

 

Nevndin

Ung fyri Miðflokkin