Bergur A. Dalsgarð

Míni hjartamál til býráðsvalið eru:
- Bíligar leiguíbúðir til lesandi, lærlingar og stakar uppihaldarar
- Leiguíbúðir til barnafamiljur
- Eldraíbúðir
- Íbúðir til fólk við rørslutarni





Lívsgóðska á eldraøkinum er ikki ein “meirkostnaður”

Vit skulu ansa ótrúliga væl eftir, at kommunalpolitikkur ikki beinir fyri vælferðarsamfelagnum. Røddir hava verið frammi um, at vit skulu privatisera partar av eldraøkinum og heimahjálpini. So leingi sum eg havi nakra ávirkan, fari eg ongantíð at taka undir við hesum.

Hyggja vit til Svøríkis og til Danmarkar, hava hesi lond ómetaliga ringar royndir við at privatisera hesar heilt grundleggjandi tænastur. Sjálvt búskaparfrøðingar á høgravonginum viðganga, at tað er ikki altíð rætt, at tað privata er betri og bíligari.

Fleiri gølur hava verið, har privatar fyritøkur hava spart uppá grundleggjandi ting, so sum blæur, mat og reinføri, fyri at skapa fyritøkuni so stórt avlop, sum til ber. Hetta er mannminkandi og eigur ongantíð at koma fyri. Afturat tí er tað ein beinleiðis skilaleys sparing, tí tað verður sanniliga dýrari í longdini, tá fleiri fólk skulu viðgerast fyri blørubruna og øðrum sjúkum, sum koma vegna væntandi reinføri.

Í heilsuverkinum í Føroyum varð fyri nøkrum árum síðani gjørd ein heildarætlan fyri alt heilsuøkið, har serligt fokus var á fyribyrging og heilsufremjan. Eitt dømi um hetta er endurvenjingin á Boðanesheiminum, har fólk við stórri ella smærri sjúkum koma inn fyri at styrkna. Hetta skapar lívsgóðsku, og tað er heilt vist grundarlag fyri, at enn fleiri endurvenjingarpláss verða sett á stovn. Eg havi sjálvur sæð, at menn og kvinnur koma inn á krúkkum og fara gangandi prúð út aftur. Sólskinssøgurnar eru nógvar.

Vit vita, at hvør króna í útbúgving skapar seks krónur aftur til samfelagið. Hetta sama mynstur ger seg galdandi innan heilsuøkið, har ein króna í fyribyrging vísir seg aftur í fleiri spardum krónum í viðgerðum, sum so ikki verða neyðugar. Ein króna í heilsufremjan kann vísa seg aftur í, at ein persónur, sum kanska var á veg av arbeiðsmarknaðinum vegna vánaliga heilsu, fær arbeitt víðari í nøkur ár. Hetta skapar lívsgóðsku.

Bergur A. Dalsgarð, valevni javnaðarfloksins til býráðsvalið í Havn