Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Løn – hóskandi løn uttan eykaarbeiði


Í friðartíð eigur møguleiki at vera at kjakast um lønarviðurskiftini, tí til samráðingar verður fokuserað á ein posa, ið røkka skal øllum – t.v.s., at okkurt verður raðfest, meðan klípt verður av øðrum.

Lærari hevur vunnið síni rættindi til vikutímatal og fyrireiking, men lønin er ov lítið hækkað seinastu árini, tó at alt gerst dýrari. Politisk viðmerking hevur verið, at fólk skulu tíma at arbeiða og at arbeiða yvir. Í fólkaskúlanum er tað roknað út, hvussu nógv lærarar skulu arbeiða, og tað kann á ongan hátt góðtakast, at neyðugt er at arbeiða yvirtíð fyri at vinna sámuliga løn.

Hvar skal yvirtíðin verða? Skulu næmingar sita eftir, ella skulu lærarar standa fyri eykaundirvísing eftir skúladag fyri at fáa rímiliga løn? Nei! Lærari hevur ársverk at ganga eftir, og hetta ársverk eigur at løna læraranum sámuliga løn.

Tað kann væl vera, at onkur enn metir, at lærari arbeiðir til á døgurða og hevur frí mai, juni og juli. Men, come on! Vit eru í 2014, og krøvini til fólkaskúlan eru stór.

Ein lønarhækking kundi verið at sett í verk lønarískoyti. Eitt lønarískoyti til lærara, ið lisið hevur innan ávíst øki – og starvast innan hetta økið. Hetta kundi skumpað undir hugan, at lærarar førleikamenna seg, og tað kundi eisini skumpað undir, at Mentamálaráðið í størri mun skipaði drúgvari førleikamennandi skeið innan fólkaskúlaøkið.

Bestu fortreytir, at næmingar trívast í skúlanum og harvið eru klárir at fáa nyttu úr undirvísingini, er, at lærarar trívast!

Skal lærari trívast, er alneyðugt, at arbeiðsumstøður og lønarviðurskifti eru greið og nøktandi. Kennir lærari seg væl í starvinum, verður lættari og hugaligari at leggja til rættis góða og væl skipaða undirvísing.

Ein skúli við nøgdum lærarum hevur heilt víst sína stóru ávirkan á, hvussu næmingar trívast – og kenna seg tryggan í skúlanum. Hetta breiðir seg til foreldrini, og tá er positiva samstarvið í hæddini – og góð grund løgd fyri undirvísing.

Okkum tørvar tryggleika í skúlanum, har næmingar, foreldur/avvarðandi og lærarar samstarva um eitt opið og jaligt skúlatilboð.

Okkum tørvar ein skúla, har fólkaskúlalærarar arbeiða undir so jøvnum arbeiðsviðurskiftum sum gjørligt, at vit eru ein lærarastætt, við góðum trivnaði – og hóskandi løn.

Tí verður hetta ein áheitan á Mentamálaráðið og Fíggjarmálaráðið: Lat okkum práta um lønarviðurskiftini, í fríðartíð og síðan møtast til rættiligar lønarsamráðingar, har talan ikki bert er um at “flyta innbúgvið í somu stovu”, men eisini at fáa til vega nýtt innbúgv og fara út um karmarnar, vit arbeiða undir nú.