Bergur A. Dalsgarð

Míni hjartamál til býráðsvalið eru:
- Bíligar leiguíbúðir til lesandi, lærlingar og stakar uppihaldarar
- Leiguíbúðir til barnafamiljur
- Eldraíbúðir
- Íbúðir til fólk við rørslutarni





Meira av tí góða

Ungdómur, ungdómur og ungdómur. Tað kann ikki endurtakast ov ofta, at ungdómur er týdningarmesta tilfeingið í einum samfelagi. Eitt samfelag, har tey ungu ikki trívast, er kalt og golt. Hinvegin er samfelagið heitt og gott, tá ungdómurin blómar.

Tórshavnar Kommuna fremur neyðugar íløgur á einum sterkum fíggjarligum grundarlagi. Hetta ber til við hjálp av skynsamari stýring. Eitt dømi er fyri árini 2010-2012, tá kommunuskatturin varð hækkaður eitt prosent upp á 20,75% fyri at fíggja Boðanesheimið.

Eitt skattaprosent svarar til 30 milliónir krónur um árið. Boðanesheimið fekk játtað 95 milliónir yvir trý ár. Hetta er skynsom stýring!

Tað eru nógvar aðrar íløgur at gleðast um, eitt nú:

- 42 milliónir settar av til íløgur í Musikkskúlan fyri árini 2012-2014

- 38 milliónir settar av til dagføring av skúlum fyri árini 2013-2014

- Nýggi skúlin á Hamrinum

- Boðanesheimið

- o.s.fr.

Tað er tó eitt øki, har tað er undarliga lítil játtan fyri árini 2010-2014, og tað er økið "Kommunalar íbúðir", har tað bert er sett 1 millión sett av.

Tað er vanligt vit og skil, at Musikkskúli, barnagarðar, skúlar o.s.fr. gera nógv betri nyttu, um vit framhaldandi hava børn og ung at taka av teimum tilboðum, hesir stovnar hava at bjóða. Fortreytin fyri hesum er, at fólk hava ráð til at búgva her.

Í mínum eygum er tað sjálvsagt, at Tórshavnar Kommuna sum sterkasta kommuna í landinum eigur at taka ábyrgd fyri at tryggja betri sømdir fyri tey, ið ikki hava ráð ella vilja til at keypa sær eini hús. Hetta er tað, eg vil seta sum mína evstu raðfesting, um eg verði valdur inn í býráðið.

Við ungdómskvøðu
Bergur A. Dalsgarð, valevni hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu