Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Nýggj ferja í sigling í 2015?

Seinasta útsøgnin frá Strandferðsluni var, at nýggja ferjan til Nólsoyar, røkir farleiðina í 2015. Tíanverri hoyrdist ikki greitt, um talan var um “januar 2015” ella vit skulu rokna við “desember 2015”. Harmiligt, at vit ikki kunnu fáa greiða útmelding!

Tað hevði verið gott at frætt, í hvønn mun projektið, líktist tí, ið seinast varð lagt fyri nólsoyingum. Eru broytingar í komfort, stødd og/ella ferð? Um broytingar eru, verður nýggja verkætlanin tá løgd fyri nólsoyingar (les: brúkararnar)?

Samstundis hevði verið hugaligt at fingið eina tíðaráseting!
Nær verður boðið út?
Nær verður ferjan bygd?
Hvørjar royndarsiglingar skulu gerast?
Nær væntar SSL, at ferjan røkir farleiðina?

SSL hevur sett seg í samband við Tórshavnar kommunu, at samskifta um ferjuna. Í øllum arbeiðinum higartil, hevur Tórshavnar kommuna ikki ynskt at sett fingramerki á ferjuna. Tí hugsi eg, at talan má vera um atløguviðurskiftini. Tí troðkar hesin spurningurin seg eisini fram: Skal atløgan broytast/tillagast í Nólsoy og/ella í Havn?

Vónandi hevur SSL ætlan um at fyriskipa einhvørja kunning – ella almennan fund – har nólsoyingar fáa greitt at vita, hvør gongd er í málinum og hvat mál SSL hevur sett sær.

Fyri at siga tað sum tað er, so er lætt at stúra, at sparingar raka ferjuna og at hon harvið verður rakt eins meint og Smyril. Vónandi er hetta bert ein stúran, ið løgd verður til viks við góðari grundgeving frá avvarandi mynduleikum.

Lat nú SSL vísa sína styrki at byggja hóskandi ferju til farleiðina um Nólsoyarfjørð. Eina ferju, ið flytir ferðafólk og bilar trygt og væl um fjørðin.

Við bestu ynskjum
Jákup av Skarði