Okkara leiklutur í olju- og frálandavinnuni

Klaksvík, 14. oktober 2013


Vit síggja meiri og meiri hvussu neyðugt tað er, at vinnan í framtíðini verður meiri fjøltáttað. Tá ið hugsað verður um okkara vælútbúnað fólk, bæði tey sum búgva í kommununi, eins og tey vit ynskja heimaftur, er neyðugt at hesi vera við at menna okkara kommunu. Tí ivast vit í, um tað var rætt, at kommunan í síni tíð frávaldi oljuvinnuna. Her eigur at verða vent aftur til bæði sjálva oljuvinnuna og ikki minst avleiddar vinnur, sum longu eru fleiri av í Klaksvík. Við hesum grundarlagi hava vit møguleika at økja um vinnugreinarnar, og við nýggjum vinnum koma longur á leið

Vit vilja hervið skjóta upp, at Vinnu- og mentanardeildin tekur stig til at savna nakrar av okkara dugnaligu borgarum, sum arbeiða innan olju- og frálandavinnuna! Endamálið við einum slíkum átaki er at fáa eitt yvirlit yvir hvørjir karmar, ið vit longu hava, sum kunnu brúkast og hvørjir karmar vit sum kommuna mugu menna. Við hesum sum grundarlagi, kunnu vit finna útav hvussu vit í Klaksvík fáa ein leiklut innan olju- og frálandavinnuna.

Vit hava eina vælútbygda kommunu, har vit frá náttúrunnar hond hava fingið eina havn, sum er tann besta í landinum. Kommunan hevur lagt nógvan pening í at betra havnaviðurskiftini ígjøgnum árini, eisini við ný- og útbygging av Norðhavnini. Í kommunu okkara hava vit eisini eina fjøld av fólki, við servitan innan júst hesi øki.

Í oljulóggávuni eru krøv um, at flutningur til oljuvinnuna av góðsi og fólki skal fara um føroyskan kajkant. Sum kommuna eiga vit at útbyggja okkara karmar til enn fleiri tættir í vinnulívinum, eins og vit eiga fleiri virkir í kommununi, sum kundu verið góðir veitarar bæði til olju- og frálandavinnuna.

Við vón um, at hetta uppskot verður móttikið við vælvild og sett í verk.


Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð

Gunvá við Keldu

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Eyðstein Ó. Poulsen

Atli S. Justinussen

Herfrí J. Sørensen