Rita inn við Facebook omanfyri, fyri at skriva og umsita greinar.







Økt eftirlit hóttir persónliga frælsið

Fyrr í ár avdúkaði Edward Snowden, at USA sneytaði í privatlívinum hjá borgarunum í USA. Nógvur ruðuleiki og nógv kjak hevur síðani verið um avlurtan av privatum samskifti. Nú er ætlanin at hendan avlurtingin eisini skal fremjast í verki í Føroyum.

Ætlanin er at víðka heimildirnar hjá løgregluni at avlurta fólk, ið eru undir illgruna fyri at hava framt størri brotsverk – serliga verður hugsað um rúsevnir, pornografi og KT-brotsverk.

Løgmaður rættvísger ætlanina um at seta í verk danska avlurtingar- og eftirlitspakkan í Føroyum við at siga, at Føroyar eru í gongd við at blíva ein “tilfeingisdepil fyri narkobarónar”. Í Danmark hava heimildirnar serliga verið nýttar av fregnartænastuni orsakað av óttanum fyri yvirgangi.

Óttin fyri yvirgangi er ikki orsøkin til, at løgreglan í Føroyum skal hava víðari heimildir at avlurta fólk. Tað er heldur óttin fyri, at Føroyar gerast frístaður fyri narkokriminalitet. Løgmaður hevur tó ikki haldgóðar grundgevingar fyri, hví so er. Hann vísir bara á, at hann hevur fingið hetta fortalt frá løgregluni, og at “hetta væl saktans er tað, sum hendir, tá lóggávan er afturi í telefaxtíðini”, sum hann tekur til í samrøðu við Kringvarp Føroya 12. novembur.

Inntriv í persónliga frælsi

Unga Tjóðveldið metir ikki, at so víðfevnd avlurting eigur at verða tikin í brúk, serliga, tá landsins trygd ikki stendur upp á spæl. Tað er at gera seg inn á persónliga frælsi hjá fólkinum, og tað er eisini sera ivasamt, um ein slík skipan fer at steðga sølu av rúsevnum. Tað er nærliggjandi at hugsa, at brotsfólk bara finna nýggjar mátar at skipa kriminalitet og samskifti uppá.

Vit eiga at varðveita einar Føroyar, har vit sum útgangsstøði ikki illteinkja hvønn annan. Tí hvar steðgar mistonkiliggeringin og avlurtingin? Hóast ætlanin bara er at avlurta fólk, tá talan er um álvarsom brotsverk, er stórur vandi fyri, at skipanin verður misnýtt. Eisini verður rættartrygdin hjá teimum avvarðandi hjá tí mistonkta í vanda. Tað er ikki bara viðkomandi, sum verður avlurtaður, men øll tey hann ella hon samskiftir við – foreldur, systkin, vinir, starvsfelagar o.s.fr.

Avdúkingarnar hjá m.ø. Snowden varpaðu ljós á, hvussu lond sneyta í privatu viðurskiftunum hjá sínum borgarum. Hetta viðførdi nógvan kritikk og kjak um persónligt frælsi og rættartrygd. Tað er tí løgið, at føroyskir myndugleikar ókritiskt ætla at seta líknandi skipanir í verk í Føroyum.

Unga Tjóðveldið heldur, at vit ístaðin áttu at lagt størri dent á fyribyrging av kriminaliteti, t.d. við at raðfesta útbúgving og sosial tilboð.


Vegna Unga Tjóðveldið
Tráin Petursson Nónklett
13-11-2013