Eg búgvi í Hoyvík saman við manni og trimum børnum í aldrinum 15, 18 og 22 ár. Eg eri útbúgvin cand. pæd. í didaktik og arbeiði í løtuni við at fáa sett eina Remida miðstøð á stovn í kommununi, sum veitir endurnýtslu tilfar til stovnar og skúlar, at brúka í teirra arbeiði, og sum leggur eina umhvørvis vinarliga mentan inn, har kreativitetur verður hugsaður við. Eg havi tikið stig til samstarv ímillum stovnar, vinnu og kommununa, um at brúka endurnýtslu tilfar, og at arbeiða við felagsverkætlanum. Eg arbeiði sum varaleiðari á Dagstovninum á Velbastað og lesi Fíggjarbúskap á Glasir.
Eg ynski at fólk í Tórshavnar kommunu verða hoyrd, hava ávirkan, trívast og støðast. Tórshavnar kommuna skal verða eitt gott arbeiðspláss, og ein góður bústaður, har øll hava somu rættindi. Vit mugu hava góðar kommunalar tænastur og skipanir og raðfesta fyribyrging. Vinnumenning, mentan, gransking og útbúgving, kann gera at kommunan framhaldandi mennist og stendur seg í kappingini við onnur lond. Tað er fólkið ið rindar, tí skal skattapeningurin brúkast á ein skynsaman hátt og koma øllum tilgóðar. Eg ynski at ein heildarætlan verður gjørd, sum hugsar alt fólkið við.





Raðfestingin í Tórshavnar kommunu

Tað eru ymiskar meiningar um raðfestingarnar hjá býráðnum í Tórshavnar kommunu.

Vit hava fingið eina nýggja trappu í miðbýnum í havn, trappan er flott og nógv brúkt. Hon kostar nógvan pening, og hon er góð til tey sum hava yvirskot at brúka hana.

Í gjár bleiv ein nýggj bryggja samtykt, nøkur eru glað og onnur ikki. Tað sigst at bryggjan skal skapa arbeiðspláss, og at tað er stórur tørvur á henni, men ein stór lántøka má gerast, til at fíggja bryggjuna. Um Tórshavnar havn eigur so mikið av peningi, hví er so tørvur á so stórari lántøku? Og hví skal hon liggja mitt í býnum? Hví verður ikki lurtað eftir býarskipanarnevndini? Og vit hava fingið onnur ting, sum vit eisini hava fingið at vita, at tað er stórur tørvur á, uttan at tað er veruleikin.

Ein bygningur er umvældur fyri nógvan pening, til vinnuna at leiga, tá bygningurin er liðugur, finnur man útav at kommunan ikki hevur loyvi til tess, tí hon so er í kapping við vinnuna. Bygningurin stendur nú tómur. Hví fer man undir at gera slíkt, uttan at kanna hvat er loyvi til áðrenn?

Vit hava ovmikið av vinnustykkjum á Karlamagnusarbreyt og fleiri nýggj eru komin aftaná á Hjalla. Tey standa tóm, aftur peningur sum er brúktur, uttan at tørvur er á hesum.

Kommunan hevur keypt bygningar í býnum, tann eini er blivin til bussterminal og so hava vit eisini fingið minutteljara, so at vit síggja hvussu nógvir minuttir tað eru til bussurin fer.

Kommunan hevur tikið stór lán til at fíggja alt hetta við.

Vit hoyra um eldri sum sita óhjálpin heima, hví fáa tey ikki tað sum teimum tørvar og hví fáa tey ikki hjálp?

Nógv starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu hava stress, hví fáa tey ikki betri arbeiðsumstøður?

Fleiri mugu flyta av landinum, tí tey hava ongan bústað, hví fáa tey ikki hjálp og hví verða leigubústaðir ikki bygdir?

Kommunan hevur skipanir av ymiskum slag, sum ikki eru nóg góðar, og eru tað børn í líða neyð undir hesum skipanum. Hví verður hetta ikki raðfest?

Skúlin á Fløtum er ikki raðfestur enn, og ganga tey børnini í fleiri ymiskum bygningum runt í havnini. Bygningar og vegir verða ikki víðlíka hildnir.

Vit hoyra góðar røður, sum nógv eru glað um at hoyra, sum handla um næstakærleika og at hjálpa hvørjum øðrum, men hvussu sær hetta út í praksis. Hví eru tað so nógv sum líða neyð í Tórshavnar kommunu, og hví verður raðfest soleiðis?

Mahatma Gandhi sigur:

“En nations storhed

måles ved,

hvordan den behandler

sine svageste medlemmer.”

Vit eiga nógv stór og flott ting, nógv klappa og eru ovurfegin um alt tað sum býráðið setur í gongd, býurin er blivin so flottur og góður, og alt er simpulten so gott, men er tað ikki onkur sum verður gloymdur í Tórshavnar kommunu? Hví verður peningurin sum er brúktur uppá óneyðug ting, ikki brúktur til at øll hava tað gott í Tórshavnar kommunu?

Birita Arge