Eg búgvi í Hoyvík saman við manni og trimum børnum í aldrinum 15, 18 og 22 ár. Eg eri útbúgvin cand. pæd. í didaktik og arbeiði í løtuni við at fáa sett eina Remida miðstøð á stovn í kommununi, sum veitir endurnýtslu tilfar til stovnar og skúlar, at brúka í teirra arbeiði, og sum leggur eina umhvørvis vinarliga mentan inn, har kreativitetur verður hugsaður við. Eg havi tikið stig til samstarv ímillum stovnar, vinnu og kommununa, um at brúka endurnýtslu tilfar, og at arbeiða við felagsverkætlanum. Eg arbeiði sum varaleiðari á Dagstovninum á Velbastað og lesi Fíggjarbúskap á Glasir.
Eg ynski at fólk í Tórshavnar kommunu verða hoyrd, hava ávirkan, trívast og støðast. Tórshavnar kommuna skal verða eitt gott arbeiðspláss, og ein góður bústaður, har øll hava somu rættindi. Vit mugu hava góðar kommunalar tænastur og skipanir og raðfesta fyribyrging. Vinnumenning, mentan, gransking og útbúgving, kann gera at kommunan framhaldandi mennist og stendur seg í kappingini við onnur lond. Tað er fólkið ið rindar, tí skal skattapeningurin brúkast á ein skynsaman hátt og koma øllum tilgóðar. Eg ynski at ein heildarætlan verður gjørd, sum hugsar alt fólkið við.





Hvussu verður mentan til?

27. Okt 2016

Mentanin verður til ímillum fólkið, og um tað...

Tey ungu skulu verða hoyrd

22. Okt 2016

Tað skal verða gott at vera ungur...


Ímeðan vit bíða

17. Okt 2016

Er heiti á sending, ið vit javnan hava hoyrt í útvarpinum, men hetta heiti kunna...

Føroyskt tilfar til børn og ung

17. Okt 2016

Vit skulu raðfesta meira føroyskt tilfar til børn og ung....


Eitt skeiklað samfelag

12. Okt 2016

Nýggjastu kanningarnar hjá Alamannverkinum og Pedagogfelagnum vísa at...

Tíðarhóskandi tænastur til børn og ung

27. Sep 2016

Vit mugu raðfesta dygd í teimum kommunalu...


Raðfestingin í Tórshavnar kommunu

05. Aug 2016

Tað eru ymiskar meiningar um raðfestingarnar hjá býráðnum...

Heildarætlan fyri Tórshavnar kommunu

21. Jul 2016

Tað má gerast ein langtíðarrætlan fyri kommununa í síni...