Rita inn við Facebook omanfyri, fyri at skriva og umsita greinar.







Skal Anita vera ímyndin av føroyska fiskivinnupolitikkinum?

 Summi føroysk skip fiska í dag við útlendskari manning og einum føroyingi umborð sum flaggskipari, og einki av hesum tilfeingi kemur føroyska samfelagnum til góðar. Skipini hava føroyskan uppruna, og fiska við føroyskum fiskiloyvi – men aftanfyri alt er ein privatur einstaklingur, ið hevur selt føroysku virðini til útlond, og letur útlendsku manningina sigla undir vanvirðiligum korum.

 

Í gjárkvøldið sendi Kringvarpið frálíku sendingina “Anita”, ið gav okkum innlit í málið um garnbátin Anita. Umborð á bátinum hendi ein syrgilig vanlukka, ið kravdi mannalív. Ein 34 ára gamal indonesiskur maður varð slongdur fyri borð 11.februar, og lat lív. Hetta málið kunnaði fólkið um, at tað eru lágløntir útlendingar, sum koma til Føroyar við føroyskum fiskiloyvum. Føroyar lata hesi fiskiloyvini útskrivað, men trupulleikan loysa vit ikki í Føroyum – hann skal sendast til Uttanríkismálaráðið í Danmark.

 

Føroyska Sjóvinnustýrið metti ikki, at teir skuldu taka skipið Anitu inn aftaná vanlukkuna, og vil tað siga, at Sjóvinnustýrið metti, at trygdin umborð á bátinum Anita var í lagið, tí tað er ábyrgd teirra. Stjórin í reiðarínum vildi vera við til, at tað var góð terapi at lata teir sigla víðari. Eg loyvi mær at siga, at hevði tað ikki verði góðtikið hevði talan verið um ein føroying, ið var farin fyri borð. Hvussu kunnu vit tá taka synd í londunum longri burtur, har rotinskapur og siðspilla gongur fyri seg? Vit seta í sama mun útlendingar í júst somu støður á okkara kæru oyggjum, ið vit meta er vanvirðiligt fyri menniskju aðrastaðni á heimsbreddanum. Føroyar hevur sett seg ímóti sær sjálvum, og er hetta ikki leiðin, ið vit skulu seta fyri føroyska fiskivinnu og føroyskan sið, um vit ynskja ein ráðandi fiskivinnupolitikk.

 

Í Føroyum skulu allir føroyingar ráða

Í Føroyum skrivar landsstýrið fiskiloyvir út ókeypis, ið fara til privatar einstaklingar, ið vinna sær egnan pening burturúr loyvunum. Fiskiloyvi, ið tú fært hevur sera stórt virði, tí tað gevur tær framíhjárætt at fiska í føroyskum sjóøki. Tí kann tað tá gera tað sama um tú ert eitt lítið ella stórt partafelag – fiskiloyvi skal bara seljast fyri mest møguligar pengar, og kann tað tá gera tað sama, hvar pengarnar til tín koma frá – hægsta boðið vinnur.

 

Garnbáturin Anita er eitt ófatiliga syrgiligt dømi á, at føroyski fiskivinnupolitikkurin ikki er í lagið, og fer hetta vónandi at lata blind eygu síggja veruleikan, og áseta eina grundleggjandi broyting innan føroyska fiskivinnu! Fiskivinnupolitikkurin tryggjar ikki, at fiskurin er ogn Føroya fólks – og hetta vil Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, einki gera við. Jacob Vestergaard vendir blinda eyga til, og letur pengar gleppa frá landskassanum. Hann sigur, at tað skapar størri vøkstur í føroyska samfelagnum, tá fiskiloyvini verða latin til privat fólk og privatar einstaklingar. Tá trygdin av ogn Føroya fólks ikki er í lagið, er tað einki veruligt grundarlag fyri, at lata fiskiloyvini út í blindum – og sjálvandi skal føroyski privati einstaklingurin ikki fáa framíhjárætt av tí, ið er ogn Føroya fólks.

 

Skulu vit bara gloyma Anitu, tí ábyrgdin ikki er málsøki okkara? Kann tað veruliga passa, at uttanumtosið hjá  landsstýrismanninum og vinnunevndarformanninum skal rigga? Vit noyðast at lata vera við at trúgva, at landsstýrismaðurin einki kann gera. Indonesararnir komu við Anitu til Føroyar at fiska eina kvotu, ið Fiskimálaráðið útskrivaði.  Teir fiskaðu undir føroyskum flaggið, og guldu skatt í Føroyum, enntá meira enn vanligir føroyingar – men tá ið á stóð var tað ikki ábyrgdin hjá landsstýrinum og Føroyum longur, men um trupulleikin skuldi verða viðgjørdur, varð hann bert sendur av Føroyum og til Danmarkar, og er hetta enn ein grund til, at vit í Føroyum skulu lata føroyingar ráða!  

 

Kristina Clementsen
Vegna Unga Tjóðveldið