Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Skúlin um 10 ár

Mær varð settur áhugaverdur og avbjóðandi spurningur: “Hvar er føroyski fólkaskúlin um 10 ár?”

Flest øllum kunnugt er ikki løtuverk at flyta skipanina í fólkaskúlanum. Í hesu tryggu skipan eru tengd bæði næmingar, foreldur, ommur og abbar, lærarar, leiðslur, skúlastýri, kommunalpolitikkarar, mentamálaráð, løgting og samfelagið sum heild. Øll hava sín vinkul til skúlan í dag, skúlan fyrr og kanska serliga myndina um skúlan frameftir.

Tí verður fyrsta svarið: “Ynskiligt er at menna skúlan, samstundis sum framtíðin er óviss.” Alt ov nógv tíð fer til “at sløkkja eldar” og meir, sum at halda skúlan koyrandi. Lærarar og leiðslur fremja ymisk tiltøk at ríka skúladagar, samstundis sum vit øll eru bundin at eini námsætlan og ávísum tímatali til vanliga- og serundirvísing.

Tað gongur sjón fyri søgn, at títt og knapt ein setur sær fyri at gera okkurt eyka burturúr, verður torført at sampakka hesi tiltøk við virksemisætlan. Tess vegna kunnu lærarar og leiðslur rokna við, at eitt og hvørt nýbrot hevur við sær eyka arbeiði.

Einki ringt er í at hava eyka arbeiði. Avbjóðingin er bert at fáa skúlaárini at ganga upp, at lærarin í skúlaárinum hevur arbeitt tað, ið ásett varð, og at næmingarnir fáa avbjóðingarnar.

Men spurningurin, mær varð settur, var: “Hvar er skúlin í 2024?”

Átøk frá Mentamálaráðnum síggja vit í námsætlanunum. Tíverri sampakka námsætlanirnar ofta ikki við tímabýtið, og tess vegna er avbjóðandi fyri læraran at lúka krøvini. Samstundis er útboðið til skeið og eftirútbúgving ov lítið, at lærarar fáa nøktandi møguleika at menna seg betri til nýggju undirvísingina – annað enn tað ein lesur av egnum áhuga.

Nýggjasta útspælið er, at landsroyndir og royndir skulu talgildast. Í løtuni dugi eg tíanverri ikki at tengja hetta til eitt svar “skúlin um tíggju ár”, tí teldur eru ikki nakað nýtt! Møguleikarnir eru nógvir, men vit kunnu bert staðfesta, at teldan er eitt sjálvsagt amboð í nógvum arbeiði, samstundis sum hon eigur at verða vald frá í nógvum arbeiði.

Eg vóni, at skúlin í 2024 er broyttur. Samstundis frykti eg, at broytingin er ikki serliga markant. Skipanin, at næmingar í 4. og 6. flokki skulu sita í talgildari landsroynd, er ikki skipanin, eg hevði vónað. Talgild landsroynd hugsi eg átti at latið upp fyri møguleikanum at nýta telduna sum natúrligt amboð. Men at lata næmingin sita við teldu, eins og eg í 1988 sat til roynd í blindskrift – tað boðar ikki frá nýhugsan. Tí frykti eg, at hetta átak kann mynda skúlan negativt nakað frameftir.

Tí verður spurningurin best svaraður: “Eg vóni, at...” og so kunnu nógv punkt setast upp. Eg vóni, at vit fáa vent gongdini frá einsæris her-og-nú-vitan, til bólkaarbeiði, samstarv og nýhugsan. Ikki nýhugsan, ið altíð er tengd at svarinum, lærarin, svarilistin ella telduskipanin hevur ásett, men vónandi til svar, ið onkursvegna fær næmingin at skilja, fata og seta sær og floksfeløgunum spurningar til heildina í samfelagnum.

Eg vóni eisini, at spælandi og skapandi hugsanin, onkursvegna fer at loyva næmingunum at vinkla lærugreinirnar ymiskt, og at skúlin harvið fær næmingin at hugsa lærugreinirnar í eina heild – eina heild, ið gevur teimum møguleika at skilja smálutirnar.

Við bestu ynskjum
Jákup av Skarði