John av Reyni
Um meg sjálvan
Føddur: 27.04.88

Yrki: Í læru til søluatstøðing við sergrein.

Fá samband við meg
Adressa: Hamarsgøta 32

Bygd: 100 Tórshavn

Teldupostadressa: tnt@kallnet.fo

Fartelefon: +298 239957

Facebooklinkurin er: www.facebook.com/john.avreyni

Heimasíðulinkurin er: www.johnavreyni.com
Eg ynski at virka fyri
Einum fjølbroytum samfelag, har virka verður fyri heildini við fokus á frælsi og javnrættin hjá tí einstaka.

Vit eru øll fjølbroyt menniskju og ynski eg at vit byggja okkara samfelag upp eftir grundarsteinunum ið er frælsi, javnrættur og samhaldsfesti.

á hendan hátt fáa vit tað góða og rættvísa samfelag í rúmar øllum á jøvnum føtum.





Spilnakin í rættinum!

Spilnakin í rættinum!

Fyri stuttari tíð síðan stóð ein ung kvinna, ið júst var flutt heim aftur til Føroya, so at siga spilnakin í Føroya rætti. Grundgevingin til hetta var, at hon ikki hevði rindað kringvarpsgjald og einki hevði at gjalda við.

Vit kenna øll tey vælkendu orðini ”Vælkomin heim til Føroya”, sum runga inni í flogfarinum, tá ið man er lendur í Vágum, og hvussu tað frískliga lotið kínir okkum bleytt um kjálkarnar, tá ið vit trína út og síggja okkara vøkru oyggjar.

Tað eigur altið at vera gott og so lætt sum gjørligt at flyta heim, men soleiðis er ikki altíð. Ein sera keðilig hending var her fyri, og tað var tann, at hendan unga kvinnan, sum júst var flutt heim til Føroya, fekk sum tað fyrsta vælkomubrævið eina rokning á kr. 3.600 fyri kringvarpsgjald.

Unga kvinnan ringdi síðan til Kringvarpið og segði, at her mátti vera ein feilur komin í, tí hon var flutt heim til mammu sína úr Danmark, og at mamman segði seg skula standa fyri hesum gjaldið. Svarið varð síðan, at rokningin bleiv strikað, og at nýggj rokning bleiv send til mammu kvinnuna.

Ein tíð gongur og næsta brævið, sum kemur inn ígjøgnum dyrnar, er ikki annað enn ein fráboðan um at møta upp í Føroya Rætti, tí nú var sagt, at unga kvinnan noktaði at gjalda kringvarpsgjaldið, og at um hon ikki vildi gjalda, so skuldu tey koma og taka pant í hennara lutum.

Unga kvinnan, sum mest av øllum føldi seg illa av tí viðferð, hon hevði fingið, møtti síðan upp í rættinum, og har stóð hon, ímeðan peikað bleiv eftir henni, og sagt varð, at hon ikki vildi gjalda.

Unga kvinnan hevði til alla eydnu verfaðir sín við, sum á góðum suðuroyarmáli greiddi frá framferðini gjølla og væl. At enda segði hann ”Um tit skulu taka hennara lutir, íðan so taki eg og skræði klæðini av henni, soleiðis at hon stendur spilnakin, tí tað er alt, hon eigur”.

Tíbetur bleiv endin tann, at rokningin bleiv stílað mammuni at kvinnuni, men at fáa slíka vælkomu er satt at siga ein stór skomm fyri okkum sum samfelag.

Okkara samfelag skríggjar eftir at fáa tey ungu og helst ungar kvinnur heim aftur til klettarnar, tí vit mangla hesar ungu kreftir at taka og bera okkara samfelag og tjóð inn í framtíðina.

Vit áttu heldur at bjóða hesum tilflytarum vælkomnum við vælkomubrøvum, sum vísa á møguleikar í okkara samfelag, og á tær tænastur eitt nú kommunurnar bjóða, og ikki minst áttu vit at bjóða teimum møguleikan at koma til eitt prát og ein kaffimunn niðri hjá Jógvani ella Heðini.

Vit hava sæð, hvussu ónøgdin er um kringvarpsgjaldið, sum kann vera ein stórur biti at svølgja hjá summum. Vit hava sæð, hvussu kringvarpsgjaldið ikki klárar at fylgja við prístalsvøkstrinum, og vit hava sæð, hvussu stórur tørvurin er á, at vit framhaldandi skulu tryggja okkara mentanararv.

Tí vóni eg, at tey, sum varða av okkara samfelag, tryggja, at slík viðferð, sum hendan unga kvinnan fekk, aldrin verður endurtikin, og at tey tryggja eitt gott óheft kringvarp, sum varðar og mennir okkara mentan.

Hvussu? Legg kringvarpsgjaldið um til ein prosentsats (eins og barnsburðar gjaldið), sum fer óskerdur til Kringvarpið, soleiðis at øll gjalda í sama kassa. Tað er lættari at umsita, og tryggjar Kringvarpið, eisini tá ið prístalsvøkstur er. Ikki minst tryggjar tað, at fólk ikki skulu møta upp sum Svarti Per niðri í rættinum.

John av Reyni, formaður 

Sosialistisk ung