Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Sterkt og kveikjandi MMR

Fyri mær er tað púra greitt, at fleiri starvsfólk á MMR skulu varða av fólkaskúlaøkinum, um fyrstu fortreytirnar skulu verða fyri mennandi føroyskan fólkaskúla.

Fólkaskúlin fevnir um áleið 700 lærarar og 7.000 næmingar. T.v.s., at talan eru um áleið 1/6 av øllum fólkum í Føroyum. Taka vit foreldrini og onnur avvarandi við, verður talið munandi hægri.

Vón mín er, at Mentamálaráðið verður mannað við fleiri fólkum, ið hava kunnleika til fólkaskúlan og hava hegni og vitan at standa fyri átøkum, ið bera fólkaskúlan fram. Tíanverri hevur samskiftið mítt higartil støðugt givið mær tað fatan, at MMR er tunnslitið og í alt ov stóran mun roynir “at sløkkja eldar”.

Við einum vælmannaðum MMR, hugsi eg mær, at tað vildi verið lættari at fingið opið og jaligt samstarv. Samstarv, ið onkunsvegna gav starvsfólkum tryggleika og árræði at taka felags tøk – skúlanum at fram.

Kanska kundu vit í eini komandi lønarsamráðing eisini sett út í kortið átøk, ið savnaðu orkuna um at fáa besta skúlan? Kundu vit í komandi tíðum sett fleiri pengar til, høvdu vit møguleika at menna og skipa nýggj tiltøk, heldur enn bert at pjøssa upp á gamla skúlan og javna smápengarnar út til tunnslitnar ynskidreymar.

Hvar eru íløgurnar til felags kt-tiltøk? Hvar eru pengarnir at fremja ein felags standard, uttan mun til hvørjum skúla næmingurin gongur í? Hvar eru fíggjarligu játtanirnar, ið skulu til, at kt-vørðir hava stundir at stuðla næmingum og lærarum innan fullgóða kt-nýtslu?

M MR hevur sett í kortið, at landsroyndir skulu talgildast á vári 2014. Hvussu kunnu vit tryggja næmingunum at tey nema sær hollan kunnleika, at kt er nátúrliga amboðið at loysa landsroyndina? Ella er talan bert um eina roynd at spara pening og tíð í sambandi við at rætta uppgávurnar? Eg helt, at landsroyndin var ætlað at fáa eina mynd av støðuni, at næmingalagaða undirvísingin skuldi tillagast eftirfylgjandi skúlaár.

Í hvønn mun samskifta MMR og kommurnar um ásetingarnar frameftir? Eru kommunurnar “við uppá” at kt-íløgur skulu gerast komandi fíggjarár?, og hava kommunurnar vitan at fáa til vega hóskandi kt-amboðini? Eg kundi hugsa mær at vita um besta amboðið er teldil ella telda – og hetta átti longu at verið fingið til vega, at næmingarnir fáa møguleika at læra amboðið at kenna. Jú, næmingar tora væl at royna nýggj amboð – men nei, tað er ikki vist, at teir eru førir fyri at nýta tað á skilabestan hátt, serliga í eini roynd, har nógvir faktorar spæla inn.

Havandi hesar spurningar í huga, hugsi eg at alneyðugt er, at MMR verður mannað við fleiri starvsfólkum, ið hava bein í “fólkaskúlanum anno 2013” og hava hug og hegni at bera fólkaskúlan fram – eisini á kt-økinum.

Hugaligt hevði verið at skúlaleiðslur, kt-vørðir og nevndin í FL – fingu høvi at umrøða møguleikar og avbjóðingar saman við MMR.

Set onkran dag til viks, har vit samskifta um møguleikar og hugsandi loysnir at betra og menna fólkaskúlan.

Við bestu ynskjum um g óðan og mennandi fólkaskúla!