John av Reyni
Um meg sjálvan
Føddur: 27.04.88

Yrki: Í læru til søluatstøðing við sergrein.

Fá samband við meg
Adressa: Hamarsgøta 32

Bygd: 100 Tórshavn

Teldupostadressa: tnt@kallnet.fo

Fartelefon: +298 239957

Facebooklinkurin er: www.facebook.com/john.avreyni

Heimasíðulinkurin er: www.johnavreyni.com
Eg ynski at virka fyri
Einum fjølbroytum samfelag, har virka verður fyri heildini við fokus á frælsi og javnrættin hjá tí einstaka.

Vit eru øll fjølbroyt menniskju og ynski eg at vit byggja okkara samfelag upp eftir grundarsteinunum ið er frælsi, javnrættur og samhaldsfesti.

á hendan hátt fáa vit tað góða og rættvísa samfelag í rúmar øllum á jøvnum føtum.





Tað, ið illa er yrkt, verður illa kvøðið

Vit í Sosialistisk Ung gleðast yvir, at Javnaðarflokkurin tann 12. Mars 2014 á øðrum sinni legði fram uppskot um at fáa samfelagsfrøði í fólkaskúlan, soleiðis at vit kunnu fáa ein væl upplýstan ungdóm, sum kennir okkara samfelagsbygnað og okkara fólkaræði.

Tó undrast vit á, at Unga Tjóðveldið tann 13. Mars 2014 sendi út skriv við heitinum “GOTT AT JAVNAÐARFLOKKURIN TEKUR VIÐ LÆRU!”. Í hesum skrivi leggur formaðurin Tráin P. Nónklett uppskotstillaran Rigmor Dam undir at reika runt á teirra heimasíðu(sum gjørdist virkin tíðliga í 2013) og “taka” uppskot frá teimum, fyri síðan at gera tað til sítt egna. Hetta er tó ein beinleiðis lygn sum borðreitt verður við.

Tað sigst, at summi síggja trøll á alljósum degi, og tað er júst tað, sum er farið fram í hesum føri. Ungmannafelag Javnaðarfloksins hevur arbeitt hart og miðvíst fram ímóti at fáa samfelagsfrøði inn um fólkaskúlagátt í langa tíð, og var hetta uppskot fyri fyrstu ferð lagt fram fyri tingmanningini í byrjanini av 2012. Nevnast kann, at hetta var áðrenn heimasíðan hjá Unga Tjóðveldinum gjørdist virkin.

Tó er tað ein frøi at hoyra Unga Tjóðveldið taka undir við hesum uppskoti, sum SU á fyrsta sinni legði fram fyri Javnaðarflokkinum, og sum síðan hevur verið lagt fram tvær ferðir í løgtinginum. Sosialistisk Ung gleðist um, at Javnaðarflokkurin tekur tey uppskot at sær, sum vit bera teimum, og at tey altíð eru klár til at sparra saman við okkum ungu.

Í samband við at uppskotið er lagt fram, vilja vit fegin heita á øll tingfólkini um at taka hetta uppskot til sín og at vera við til at gera hetta til veruleika. Okkara ungdómur eigur at hava hesi rættindi, so møguleiki er fyri at fáa so góða vitan sum gjørligt um samfelagsbygnað og fólkaræði okkara.

Við Javnaðarkvøðu

John av Reyni, formaður

Sosialistisk Ung