Bergur A. Dalsgarð

Míni hjartamál til býráðsvalið eru:
- Bíligar leiguíbúðir til lesandi, lærlingar og stakar uppihaldarar
- Leiguíbúðir til barnafamiljur
- Eldraíbúðir
- Íbúðir til fólk við rørslutarni





Tað skal loysa seg at liva!

Siti í hugnaliga umhvørvinum í býarbókasavninum. Droparnir bresta ímóti rútunum sum ein áminning um, hvussu gott tað er at sita inni í hitanum. Havi keypt mær ein kopp av kaffi, og nú siti eg á Facebook, tí eg vil deila mína støðu við restina av heiminum.

Siti við borðið tættast við blaðhyllina og síggi fýra borð við ymiskum fólki millum meg og vindeyguni. Tað regnar framvegis, pissar niður. Liv
andi vinkonuprát millum tríggjar tilkomnar kvinnur tagnar brátt, tá kjaftabandið í einum óðum Jyllandsposten-lesara slitnar, "hetta er ikki ein kaffistova!" hálvt fýsir, hálvt skríggjar hann.


Hetta góðtaki eg ikki. Eg hyggi upp, inn í eyguni á manninum og viðmerki: "Halló, hann sjálvur, tað er ein lesistova uppi á, har tú kanst lesa í frið... her niðri er lív í, og soleiðis eigur tað at vera". Gloymi at nevna fyri honum, at tað, hann segði um kaffistovuna, heldur ikki var rætt, tí tað ber nevniliga til at keypa bæði ís og kaffi her inni.

Maðurin vendir ryggin til og setur seg at lesa. Løtu seinni reisist hann og vendir leiðina út úr bókasavninum, har regnið framvegis stendur upp og niður í hyljum. Á vegnum út noyðist hann tó fram við borðið, har eg siti. Eg smyrji mítt mest sjarmerandi super-smíl uppá, og hann reagerar við einum lítlum brosi. So liggur tað ikki eftir.

Boðskapurin við hesum er, at vit skulu royna at vera góð við hvønn annan, eisini hóast okkum ikki dámar alt av tí, sum "hini" gera. Eitt samfelag, sum byggir uppá "tig" og "ver ordilig/ur" missur ótrúliga nógv, bæði í kreativiteti og motivatión - og trivnaðurin í einum slíkum samfelag er í botn.

Komið og tosið hart og smílist! :))