Bergur A. Dalsgarð

Míni hjartamál til býráðsvalið eru:
- Bíligar leiguíbúðir til lesandi, lærlingar og stakar uppihaldarar
- Leiguíbúðir til barnafamiljur
- Eldraíbúðir
- Íbúðir til fólk við rørslutarni





Tann perfekti lesnaðurin

Eg gleði meg, til tað verða leiguíbúðir til lesandi í Føroyum, tí í løtuni ber ikki til at lesa í Føroyum uttan at búgva hjá familjuni.
Eg droymi um, at studningurin hækkar munandi, tí í løtuni røkkur studningurin illa nokk til mat.
Eg vóni, at ein skúlabókaskipan verður stovnað, tí tað er ov dýrt at keypa nýggjar bøkur á hvørjum ári.
Eg vænti, at vit fáa eitt gott lestrarumhvørvi í Føroyum, tá vit fáa leiguíbúðir til lesandi og skúlaheim til lesandi á hægri lærustovnum.
Eg droymi um eitt samanhald, har vit øll kunnu verða líka glað og ikki bert líkaglað.

Við javnaðarkvøðu
Bergur A. Dalsgarð