Tí skal Strandferðslan útveitast

Landsstýrismaðurin við vinnumálum, Jóhan Dahl, ætlar at leggja uppskot fyri løgtingið um at gera tað møguligt at einskilja Strandfaraskip landsins


Hetta eru gleðilig tíðindini, tí tað er mín djúpasta og innasta fatan og sannføring, at alt virksemi og allar tænastur, ið privata vinnan kann gera á sama hátt ella betur enn tað almenna, skal vera á privatum hondum. Tí fegnist eg um, at landsstýrismaðurin er farin í eina tilgongd at loyva privatum aktørum framat við at útveita tænastuna.

 

Útveitan

Tað privata hevur sum stevnumið at veita sínum kundum eina góða og trygga tænastu. Um tað merkir, at neyðugt er við fleiri túrum, tá skipað verður fyri tiltøkum v.m., er lættari hjá privatum aktørum at laga seg eftir eftirspurninginum, tí privata vinnan er smidligari enn almennar skipanir. Tað skal heldur ikki vera nøkur loyna, at privata vinnan hevur áhuga at selja so nógv sum møguligt, men tað merkir neyðturviliga ikki, at prísurin skal upp. Tvørturímóti. Privata vinnan ynskir at økja um volumin og ferðafólkatølini, so umsetningurin veksur samsvarandi. Vit, sum sita við ábyrgdini og lógarverkinum, skulu seta treytir við tænastustøðið, áðrenn tað verður útveitt til privatar at røkja.

 

Samstarv

Í nýggju strategiini hjá Ferðaráð Føroyum verður mælt til, at vinnan og ferðavinnan arbeiða og samstarva betur saman. Neyðugt er at samansjóða tænasturnar soleiðis, at vit kunnu bjóða ferðafólkum ein ferðavinnupakka. Um Strandferðslan varð útveitt, hevði tað verið í áhuganum hjá privatu vinnuni at laga virksemi eftir ferðafólkunum, tí privata vinnan hevur sum grundhugsjón$ at veita eina góða og trygga tænastu.

Vit skulu halda fram við at útveita almennar tænastur, sum privata vinnan kann gera bæði betur og bíligari. Hetta hevur gingið ov striltið, og tí er tað mín áheitan, at landsstýrið heldur fram við at útveita almennar tænastur til privatu vinnuna.

 

Rodmundur Nielsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin