Eg búgvi í Hoyvík saman við manni og trimum børnum í aldrinum 15, 18 og 22 ár. Eg eri útbúgvin cand. pæd. í didaktik og arbeiði í løtuni við at fáa sett eina Remida miðstøð á stovn í kommununi, sum veitir endurnýtslu tilfar til stovnar og skúlar, at brúka í teirra arbeiði, og sum leggur eina umhvørvis vinarliga mentan inn, har kreativitetur verður hugsaður við. Eg havi tikið stig til samstarv ímillum stovnar, vinnu og kommununa, um at brúka endurnýtslu tilfar, og at arbeiða við felagsverkætlanum. Eg arbeiði sum varaleiðari á Dagstovninum á Velbastað og lesi Fíggjarbúskap á Glasir.
Eg ynski at fólk í Tórshavnar kommunu verða hoyrd, hava ávirkan, trívast og støðast. Tórshavnar kommuna skal verða eitt gott arbeiðspláss, og ein góður bústaður, har øll hava somu rættindi. Vit mugu hava góðar kommunalar tænastur og skipanir og raðfesta fyribyrging. Vinnumenning, mentan, gransking og útbúgving, kann gera at kommunan framhaldandi mennist og stendur seg í kappingini við onnur lond. Tað er fólkið ið rindar, tí skal skattapeningurin brúkast á ein skynsaman hátt og koma øllum tilgóðar. Eg ynski at ein heildarætlan verður gjørd, sum hugsar alt fólkið við.





Tíðarhóskandi tænastur til børn og ung

Vit mugu raðfesta dygd í teimum kommunalu tænastunum til okkara børn.

Barn títt gerst partur av teimum tænastum, sum kommunan bjóðar út, áðrenn tað er 1 ára gamalt. Tað er umráðandi fyri lívið hjá barninum, at tað, sum tað gerast partur av, svarar til tað, sum skal til, fyri at børn trívast, mennast og læra. Tað er ikki líkamikið, hvussu innhaldið á stovnunum er, og tí skal Tórshavnar kommuna tryggja, at hennara tænastur til títt barn styðja undir eina góða lívsleið.

Tá ið barn títt veksur upp, hevur tað brúk fyri nærveru, viðurkenning og stuðlandi vaksnum. Barnið hevur brúk fyri, at tey vaksnu eru fyrimyndir og geva sær stundir. Aftrat hesum tørvar tínum barni avbjóðingar í einum mennandi umhvørvi. Til hetta krevjast mennandi umstøður, har arbeiðið er væl fyrireikað, tí soleiðis gerast umstøðurnar, sum barnið er í, góðar.

Kanningar vísa, at nógv starvsfólk eru strongd. Hetta kann hava ávirkan á barnsins menning. Eg fari at gera nakað við hesa avbjóðing. Vit skulu eftirmeta hetta týðandi øki og seta rætt inn í samstarvi við tey, ið eru um børnini allar gerandisdagar.

Birita Arge
Valevni fyri Framsókn