Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Tórshavnar kommuna er ikki bert “Kontórshavn”!

Onkuntíð verður skotið okkum í skógvarnar, at Tórshavn er “bert kontór” og at vit bert liva av at klippa hvørjum øðrum.

Í Havn eru nógv kontór, men Tórshavnar kommuna fevnir eisini um virksemi innan bæði landbúnað og sjóvinnu..

Í Tórshavnar kommunu eru 42 bøndur. Teir flestu eru seyðabøndur, og haraftrat hava nakrir mjólkineytahald. Í Kollafirði eru 11, Kaldbak 5, Kaldbaksbotni 2, á Sundi 1, Hoyvík 2, Tórshavn 2, Kirkjubø 4, Velbastað 6, Syðradali 1, Norðadali 2, Nólsoy 3, Koltri 1 og í Hesti 2.

Í hesum virksemi er stóri parturin av føroysku mjólkaframleiðsluni og Búnaðardepilin í Kollafirði er eisini innanfyri kommunumarkið. Á áhugaverdari vitjan á Búnarðardeplinum, fekk eg eitt innlit í týdningin av, at vit fjálga um hendan partin. Ikki bert tí at royndir eru við korni, men eisini við atliti at ull og seyði.

Eg kundi hugsað mær, at Tórshavnar kommuna stuðlaði undir, at ungdómur fær innlit í landbúnaðin í kommununi. Tað kund i verið gjørt á sama hátt sum við Westward Ho, at ávísur flokkur fekk tilboð at melda seg til. E itt annað hugskot er, at “Ung í arbeiði” kundi verið víðkað til eisini at fevnt um onkra landbúnaðar-verkætlan.

Afturat landbúnaðinum er eisini nógv umrødda havnaútbyggingin. Nú “spakin er settur í”, hugsi eg, at vit mugu fáa sum best burturúr, samstundis sum vit mugu taka atlit til bæði Skansan og býin. Vit hava tørv á virkseminum, arbeiðsfólkinum og inntøkunum. Men vit eiga samstundis at byggja út við skili. Vit mugu seta orð á loysnirnar, at arbeiðsfólk lættliga sleppa til og frá og at farmaflutningurin fer fram á skynsaman og tryggan hátt.

Her er nógv virksemi og Tórshavnar H avn umsitur øll havnaløgini í Tórshavnar kommunu. Alt frá farmahavnini í Havn til bátaplássini á bygdunum í Tórshavnar kommunu. Árliga koma og fara 3.400 skip , og 680.000 ton s verða skipað um á okkara havnaløgum.

Í høvuðsheitum ber til at siga, at virksemið á havnaøkjunum í allari kommununi er farma- og ferðafólkaflutningur innan- og uttanlands, upp- og avskipan, umvælingar, proviantering og bunkring. Stutt sagt alt, sum hevur við sjóvinnu at gera.

Eg minnist góðar løtur í egningarskúri á Sandi og vildi fegin, at ungdómur okkara eisini slapp at royna seg. Bæði fyri at vinna sær nakrar krónur og fyri at fáa innlit í ein part av sjóvinnuni. Kanska kunnu vit gera okkurt tiltak, so at ungdómurin fær roynt seg í hesum?

Sjógvurin bjóðar annað enn útróður. Árliga nýta nógv útlendsk skip Nólsoyarfjørð, Kollafjørð og Sund sum umskipingarhavn. Í Kollafirði verður frystur fiskur lagdur á goymslu til víðari flutning. Hesi skip verða umvæls á landi, eins og tey proviantera og skifta manning.

Eg ynski at fjálga um arbeiðsmøguleikarnar í Tórshavnar kommunu. Setir tú krossin við meg – ella lista E, skal eg gera mítt, at arbeiðsfólk trívast í kommununi!

Ymsar greinir í samband við kommunuvalið 2016:

Lítlan skattalætta?

Bygdarætlan?

Opinleiki

Svimjihylur og heitir pottar

Bátadráttur

Aktivitetshøll

Tyrlupallur

Set X við meg
ella lista E

Jákup av Skarði