Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Tyrlupallur

Tørvur er á tyrlupalli í Nólsoy – bæði til sjúkraflutning og ferðavinnu.

Tað hevur fleiri ferðir verið lovað nólsoyingum, at tyrlupallur skal gerast. Men enn eru eingin tekin um at gongd er í málinum.

Í samband við trygdar-fyrireikingar undan seinastu ovastevnu, kom fram, at tørvur er á tyrlupalli, ið er 30 metrar í tvørmát og hevur ljós. Áður hevur trylan sett seg ymsa staðni, á ein vegstubba, í skúlagarðin og eisini á onkran grasvøll, men sagt varð, at nýggja tyrlan krevur størri og fastan vøll at seta seg á.

Slíkur pallur eigur at verða bygdur beinanvegin, at tyrlan er partur í tilbúgvingini og harafturat kann verða við í ymsum bjargingarvenjingum.

Harafturat hevði verið hugaligt, at Nólsoy eisini var partur í tyrluferðaætlanini. Ikki bert fyri at nólsoyingar kunnu sleppa á flog, men eisini fyri at lata aðrar dyr upp fyri ferðavinnu. Ferðafólk, ið ikki hætta sær at ganga út á Borðuna, kundu sloppið við Tyrluni úr Nólsoy, og gjørt eitt stutt rend “yvir” stóru og sermerktu byggingina – vitan og húsini.

Í sambandi við móttøku, hevði eisini verið áhugavert at bjóða útlendskum luttakarum í tyrlu beint av flogvøllinum og til Nólsoyar. Her er gott høvið at fáa sær ein góðan bita og síðani kann ferðalagið fara vit Ternuni beint inn í hjartað í høvuðsstaðnum.

Eg vóni, at staðbundna nevndin og Tórshavnar kommuna, kunnu gera sítt til, at nøktandi tyrlupallur verður bygdur.

Niðanfyri eru slóðir til aðrar greinir:

Bátadráttur

Aktivitetshøll

Jákup av Skarði