Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Um eg stillaði upp til løgtingsvalið ‘15!

Tjóðveldi vil,
at vit reisa okkum sum tjóð
og savnast um eina felags kós
fyri alt Føroya fólk.


Um eg stillaði upp til løgtingsvalið‘15!
...so var tað fyri E, í vónini, at Tjóðveldi fekk møguleika at vísa føroyingum at her er liviligt í ríkum samfelag!

Eg stilli ikki upp (til hetta løgtingsvalið) men vóni, at eg við hesum orðum kann stuðla undir, at føroyingar savnast um ein sterkan lista E.

Niðanfyri eru nøkur kut úr frálíku avísini prentað er. Er onkur, ið ynskir at fáa eintak, havi eg nøkur eftir og hava tit hug at lesa høvuðsmál eg seti merki við, kunnu brotini lesast niðanfyri.

Í stuttum er talan um:
- at endurreisa álitið á politisku skipanina
- leggja lunnar undir trivnaði á útoyggj
- skipa fíggjarliga trygt samfelag
- styrkja og menna føroyskt vinnulív
- útbyggja skipanina um varandi orkukeldur
- skipa fólkaatkvøðu um føroyska grundlóg

Nógv eru orðini til løgtingsval, men eg ætli mær í hvussu er at taka orðini fram aftur, tá ið Tjóðveldi – vónandi – er við í samgonguni komandi árini!

Bestu ynski um gott E-val 2015
Jákup av Skarði



Løgtingsvalið 2015 er avgerandi fyri framtíðina í landi okkara!

Vit skulu taka støðu til, hvørjar Føroyar vit vilja byggja nú og lata okkara eftirkomarum, og hvørji virði og mál vit skulu grunda okkara land og framtíð á.

Vit fara til val at gera Føroyar politiskt sjálvstøðugar, búskaparliga sjálvbjargnar, sosialt rættvísari, vinnuliga fjølbroyttari, útbúgvingarliga og mentanarliga sterkari. Vit vilja fremja okkara egnu føroysku loysnir í einum nútímans samfelag, har vit hava álit á og virðing fyri egnum tilfeingi, og at vit kunnu menna okkara egnu førleikar.


Tjóðveldi vil endurreisa álitið

Vit vilja tryggja øllum javnbjóðis kor í hesum landi og endurskapa álitið á politisku skipanina. Hetta loysa vit millum annað við at festa okkara rættindi, skyldur og ábyrgd á blað í føroyskari grundlóg.


Fólkaatkvøða um føroyska grundlóg

Neyðugt er, at Føroya fólk samtykkir sína egnu grundlóg, sum staðfestir, at einki vald ella avgerðir ver ð a flutt úr Føroyum, og at ongar avgerðir verða tiknar um okkara viðurskifti og rættindi uttan so, at Føroya fólk hevur samtykt hetta. Føroyska grundlógin skal tryggja rættindi og skyldur hjá hvørjum einstøkum borgara í Føroyum og áseta allar samfelagsligar grundskipanir, sum hvør einstakur okkara hevur rætt til. Grundleggjandi stovnar í samfelagnum verða tryggjaðir í grundlógini og kunnu bara avtakast, um fólkið samtykkir tað.


Búskapargrunnurin er trygdin undir einum sjálvberandi búskapi

Við búskapargrunninum gera Føroyar seg leysar av donskum veitingum á skipaðan hátt, og pengar verða settir til viks í góðum tíðum, so landið er fíggjarliga trygt og stø ðugt .


Ríkidømi út í hvørt heim

Tjóðveldi vil, at alt fólkið í Føroyum fær sín lut í teimum virðum og tí ríkidømi, ið verður skapt. Allir borgarar skulu hava somu rættindi og somu møguleikar. Somuleiðis er politikkurin grundaður á sjónarmiðið um, at tess minni stættarmunur er, tess sterkari samfelag fáa vit. Flokkurin arbeiðir miðvíst fyri at fyribyrgja sosialum ójavna.
- At tað skal bera til at liva í Føroyum av einum vanligum arbeiði. Í samstarvi við kommunurnar verður ein skattalætti veittur til lág- og miðallønt.
- At landið fer undir at skapa ein fjølbroyttari bústaðarmarknað við bíligum almennum leiguíbúðum.
- At øll, ið á einhvønn hátt hava serligar avbjóðingar, verða tryggjað virðilig kor og javnbjóðis atgongd til samfelagið.
- At miðvíst arbeiði skal gerast at fáa fólk úr fátækraváða. Uppskot um at fáa barnafamiljur upp um fátækramarkið er klárt at seta í verk beinanvegin.


Eitt sterkt og fjølbroytt vinnulív

Umframt fiskivinnunýskipan er á tí vinnuliga økinum neyðugt at stimbra og styrkja um tað fjølbroytta vinnulív, sum Føroya fólk í dag skapar.
- Gera smidligar skipanir og ráðgeving, ið ger tað einfaldari at seta virkir á stovn og at reka vinnu og styrkja skipanir við set- og íløgu­kapitali.
- Við hegnisligari samskipan seta uppaftur størri ferð á menningina av ferðavinnuni.
- Uppraðfesta rávøru- og matvøru­menn­ing, so vaksast kann um útf­lutn­ingin av hádygdarvørum.
- Strykja og stovnseta útbúgving og eftir­út­búgv­ing­ar­møgu­leikar innan aling, fiskivinnu og landbúnað.


Einar vónríkar Føroyar fyri øll

Hvørjar Føroyar vilja vit byggja til okkum og okkara komandi ættarlið? Hvørt ættarlið undan okkum hevur strembað eftir at givið okkum eitt betri samfelag enn ættarliðið frammanundan.

Vit skulu gera miðvísar íløgur í okkara børn og ungu og fáa fólk at fjølgast í Føroyum.
- Saman við fakbólkum orða eina heildarætlan fyri heilsuverkið, sum tryggjar øllum føroyingum kring landið góða og trygga tænastu á norðurlendskum støði.
- Útbyggja Fróðskaparsetrið, Vinnuháskúlan og granskingina umframt bæði handaligar og bókligar miðnámsútbúgvingar.
- Skipa Mentanar- og listaráð Føroya, byggja Tjóðleikhús Føroya og styrkja alt savnsøkið kring landið. Bjóða mentanar- og listaútbúgvingar sum lærugreinir í fólka-, miðnáms-, eftir- og háskúlum og sum útbúgvingar á hægri skúlum - og styrkja Musikkskúlaskipanina og Føroya Symfoniorkestur.
- At Føroyar skulu gerast ein grønur miðdepil í Norðuratlantshavi, har vit útbyggja varandi orkukeldur, og skapa burðardyggan náttúru og umhvørvispolitikk. Meirlutin av øllum sethúsum og bygningum í landinum skulu tí innan 10 ár skulu hitast við grønari orku.


Liviligt kring alt landið

Føroyar eru eitt fjølbroytt og spennandi oyggjasamfelag, og styrkin í okkara samleika er tann fjølbroytti mentanararvurin og lívsvirðini í verða skapt í gerandisdegnum kring landið. Neyðugt er at verja og stimbra um allar Føroyar, og at styrkja tær grundsúlur, sum eru neyðugar fyri hava eitt nútímans vælferðarsamfelag.
- Støðugt útbyggja okkara samferðslukervi við vegum, tunlum og ferjum, og javnseta ferðaseðlakostnaðin soleiðis, at tey, sum sigla, verða javnsett við tey, sum koyra.
- Hækka túratalið hjá Strandfaraskipum Landsins.
- Viðgera serligu avbjóðingarnar hjá útoyggjunum sum eitt tjóðarmál.


Hetta loysa vit saman!

X við E