Eri fyrstilærari í Nólsoyar skúla.





Verkstovan um bygdarætlan fyri Nólsoy

Áhugaverd verkstova varð skipað í Royndarhúsinum 17. august 2016 – og nú er at vóna at samanumtøkan ikki bert verður arkiverað lodrætt, men at sjónlig átøk verða førd út í verki.

Til hesa verkstovu, varð dentur lagdur á “Sereyðkenni” og “Átøk/Ynski”. Tí nýtti eg sjálvsagt høvið at nevna bátadrátt, aktivitetshøll og eldrabýlið – samstundis sum eg noteraði týdning Nólsoyar skúli hevur fyri bygdina.

Vit hava góðar møguleikar at hittast í bygdini, í kirkjuni, missiónshúsinum, skúlanum, dagstovninum, Royndarhúsinum og Avhaldshúsinum. Somuleiðis eru nólsoyingar raskir at finna saman í kvinnukóri, manskóri, bindiklubbum, skótum, bjargingarfelagnum og fótbólti á Mýruni – og bygdarveitslurnar eru ikki at forsmáa.

Men einki er sjálvsagt! Vit eiga at fjálga um møguleikarnar og tí er alneyðugt at útbyggja Royndarhúsið, byggja afturat hølunum hjá Nólsoyar bjargingarfelag – og byggja eina aktivitetshøll upp í skúlan.

Á verkstovuni varð prátað um bústaðir. Ymsir tankar eru um, um tað er rættast at byggja einar seks íbúðir eystanfyri, ella størri dentur eigur at verða lagdur á at tómu húsini í bygdini verða keypt og sett í stand at leiga út.

Harmiligt var at arbeiðsbólkurin ikki varð fyrireikaður upp á einhvørja framløgu at leggja fram teirra arbeiði higartil. Hetta er mál, ið vit eiga at taka upp aftur á fundi sum skjótast.

...og so skulu vit ikki gloyma, at fáa fram í ljósið hvørji grundstykki eru tøk og til hvønn prís!

Prátað varð eisini um hvat gerast skal uppi á Eið og úti í Korndali. Hvussu skal hetta varðveitast og í hvønn mun kann tað mennast – bæði við atliti at fornminni og ferðavinnu. Ferðavinnan varð tikin fram av og á, og hugaligt hevði verið at sett á skrá prát um møguleikar og ætlanir – at vit bæði vísa á tilfeingið í bygdini og seta krøv til tiltøk, ið Tórshavnar kommuna skal seta í verk.

Næstu fer verkstova verður skipað, er ynskiligt, at bygdarfólki veit av hesum í góðari tíð. At innbjóðingin verður borðin í húsini tvey samdøgur áðrenn fundin, er ikki nóg gott.

Lat okkum nýta hesa verkstovu sum grund undir nýggjari verkstovu!

Ymsar greinir í samband við kommunuvalið 2016:

Bátadráttur

Aktivitetshøll

Tyrlupallur

Set X við meg
ella lista E

Jákup av Skarði