Rita inn við Facebook omanfyri, fyri at skriva og umsita greinar.







Vinnulívsfólk skulu vera fevnd av 266b

 

Politikarar kunnu siga og gera, sum teimum lystir, og tað fær ongantíð avleiðingar. Ongantíð. Tískil økist pulsurin og hjartarútman, tá politikarar koma við gjøldum og hægri skattum. Tað merkir, at fólk skulu arbeiða uppaftur harðari, selja uppaftur meira, fyri síðani at geva eyka avkasti og arbeiði til landið. Ikki frívilliga, men staturin stjelur tað. Fer í lumman á fólkinum. Tað er tað, sum politikararnir gera. Stjala frá fólkinum.Vinnulívinum. Heysta vinningin, sum teir sáða. Er tað stuttligt? Hugaligt? Hvussu kann vinnulívið verja seg móti teimum? Valdinum? Hvussu kann vinnulívið verja seg móti lógum, tá politikarar smíða lógirnar? Hví kemur vinnulívið ikki undir 266b? Hví kunnu politikararnir ikki leggja afturat, at:

“Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro, seksuelle orientering eller har sin egen virksomhed straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 2 år?”

Vinnulívið átti at komið undir lógina, tí er tað nakar, ið er útsettir í Føroyum, er tað vinnulívsfólk. Ikki bara frá politikarum, men serfrøðingunum í sjónvarpinum og útvarpinum himprast ikki við at siga, hvat teir halda um vinnulívið. Oysa gall og gor. Skriva upp í leypar av lesararabrøvum og viðmerkingum á Facebook. Skíra vinnulívið fyri korruptión, bandittar og tjóvar. Fyri at mutra, meyla og manipulera. Er tað nakar, ið átti at verið fevndur av 266b, sum hevur til endamáls at verja rættindini hjá einstaka borgaranum, er tað hendan „gruppan”, tí tað gongur ikki ein dagur, har vinnulívsmenn ikki verða niðraðir. Um endamálið við lógini er at verja rættindini hjá einstaka borgaranum, átti hon at verið víðkað, so at har stendur:

„har sin egen virksomhed, straffes med bøde, hæfte eller fængsel indtil 2 år.“

Við hesum høvdu politikararnir vart vinnulívið móti forhánisligum útsøgnum, ið ikki eru grundaðar á veruleikan, men á øvundina hjá nógvum. Um lógin varð samtykt, høvdu nógvir journalistar og serfrøðingar trillað tumlar í geglinum í Mjørkadali, tí teir eru so mikið súrgaðir av øvund, at teir fyrr ella seinni brutu lógina við uppspunnum søgum, ið eru ódokumenteraðar. Sostatt er lógarbroytingin ikki í andsøgn við talu og skrivifrælsi, sum flestu journalistarnir og serfrøðingar brynjaðu seg við, tí tað er frammanundan avmarkað í revsilógini. Sostatt hevði fjøldin komið negativitetinum til lívs, og hvør veit, kanska fleiri troysta sær at flyta heimaftur, tí negativiteturin situr handan læstar dyr.

Men hvat hevði fjøldin sagt, um vinnulívsmenn vórðu bólkaðir sum minnilutabólkur. Hvat høvdu felagsskapir sum LGBT og Amnesty sagt? Javnstøðunevndin og Demokratia? Fiskepigernes fagforening? Pedagogfelagið? Hvat høvdu tey sagt, um løgtingið arbeiddi við einum lógaruppskoti, ið hevði til endamáls at verja vinnulívið móti niðran? Háðan. Høvdu felagsskapirnir tikið undir við lógini? Sæð fram um nøsina? Høvdu felagsskapirnir hildið fast við prinsippinum, at øll eru eins fyri lógini, ella høvdu tey mótmælt ætlanini? At øll vóru ikki eins fyri lógini, tí vinnulívsmenn vóru bandittar, so teir skuldu ikki verjast av 266b.

Tað hevði verið stuttligt at hoyrt serfrøðingarnar og etiskt og moralskt røttu fólkini grundgeva fyri, hví vinnulívsfólkini ikki áttu somu rættindi sum samkynd. Skáka sær undan. Hví diskriminatión er góð í nøkrum, men ikki í øllum førum.

Hugsanin er tó eins veruleikafjar og útsagnirnar hjá nógvum politikarum, tí eingin fer at leggja uppskot fyri løgtingið, ið mælir til, at vinnulívsfólk verða javnstillaði við aðrar minnilutabólkar. Tað kemur ikki fyri, tí tað snýr seg ikki um rættindi, men um politikk. Hvussu fíggja politikararnir vælferðarsamfelagið. Hvussu fáa teir atgongd til pengar. Fordeilda ríkidømið javnt millum borgararnar. Býta fátækradømið javnt millum øll. Møguleikarnir eru ikki so margfaldir. Annaðhvørt skatta teir inntøkurnar ella vinningin. Leggja avgjøld á vørur og tænastur. Politikarar hava ikki nakað val, tí teir kunnu ikki skatta tey, ið einki hava framanundan, so teir fara eftir teimum, sum stríðast fyri hvørjari krónu. Við einum pennastroki taka teir pengarnar. Haps. Hapsi. Whupsi. Hokus, pokus, filiokus, so eigur landið størri lut av lønini. Hetta er ikki altíð populert, tí føroyingar eru raskir at arbeiða, so tað eru nógvar familjur, ið vinna nógvar pengar. Tí økja teir ikki skattin eins nógv, sum teir ynskja, men eru teir noyddir at finna restina av pengunum til vælferðarsamfelagið. Eitt sindur av skili má vera á. Og tá er lagamanni hjá vinstravendu politikarunum at fara eftir fiskivinnuni, tí hon hevði fingið so ringt orð á seg, at eingin rættsiktaður maður ella kvinna arbeiðir við fiski longur. Tað er ikki bara ytt, men eru aktørarnir í fiskivinnuni korruptir. Bandittar. Sostatt er tað politiskt korrekt at fara eftir fiskvinnuni, tá pengar vanta í samfelagnum, tí pengarnir komu frá svíkjarum alíkavæl. Tað kann fjøldin liva við.

Tíverri…